Putin: Ukraina-avtalan er fokin

Eitt átak hjá ukrainska herinum har eysturi í landinum í morgun hevur givið Genéve-avtaluni um Ukraina mønustingin, sigur russiski forsetin.

Tá malaysiska flogfarið hvarv tann 8. mars, skipaði flogfelagið alt fyri eitt fyri serligum miðstøðum fyri avvarandi á hotellum í Kuala Lumpur og í Beijing. Har kundu tey fáa kreppuhjálp, meðan tey bíoðaðu eftir upplýsingum um flogfarið og tey, sum vóru í tí.

 

Men nú næstan tveir mánaðir eftir vanlukkuna hevur Malaysian Airlines gjørt av at lata miðstøðirnar aftur tann 7. mai. Felagið hevur kortini givið teimum avvarandi lyfti um, at tey verða kunnað um alt, sum hendir í málinum, skrivar BBC.

 

Fleiri av teimum avvarandi hava verið sera misnøgd við framferðina hjá teimum malaysisku myndugleikunum. Summi hava hótt við at fara í hungursverkfall, og í síðstu viku kringsettu avvarandi eitt hotell í Beijing, sum nøkur umboð fyri Malaysian Airlines gistu á.

Teir avstralsku myndugleikarnir góvust mánadagin at leita eftir tí horvna malaysiska flogfarinum.