Skuru vann seg trygt víðari í svensku steypakappingini

Eisini á heimavølli var liðið hjá Gyltu Djurhuus á Neystabø væl betri enn Skånela

Savnsmynd

Gylta Djurhuus á Neystabø, ið er annar av málverjunum hjá Skuru IK vann seg saman við liðfeløgunum trygt víðari til áttandapartsfinalurnar í svensku steypakappingini.

 

Á heimavølli vann Skuru fyrr í dag 36-27 (19-15) á Skånela úr triðbestu deildini. Á útivølli vann Skuru 41-28 (23-14) á Skånela. Sostatt gjørdist talan um ein samlaðan 77-55 sigur.

 

Eisini í dag slapp Skånela undan dystinum at skjóta seks brotskøst. Tær settu fýra av seks brotskøstum í netið. Hetta ger svenska hondbóltssambandið fyri at fáa nakað meir av spenningi í uppgerðirnar millum lið úr bestu deildini, sum t.d. Skuru og lið úr lægru deildunum.

 

Enn er ikki staðfest hvørjum liði Skuru møtir í áttandapartsfinalunum.

 

Savnsmynd