Úr at gera hjá AG-Kjøt á Toftum

Nú heystfjøllini vera gingin og flettingin stendur fyri, eru tað rættiliga nógv fólk, sum á ein ella annan hátt fáast við seyð og tað, ið hartil hoyrir.
Mikudagin 4.oktober tók AG-Kjøt, ímóti fyrstu seyðunum í ár, og roknað verður við, at hildið verður fram til síðst í oktober, tá AG-Kjøt helst hava flett einar 1600 seyðir í heyst.
Teir eru 6 – 7 mans í arbeiði hjá AG-Kjøt hesa tíðina, meðan flettingin er. Alberg sigur, at uml. 2/3 av samlaða talinum, ið flett verður, koma frá kundum við færri enn 15 seyðum. Er talan um lomb, sum skulu flettast, so vera uml. 30 seyðir flettir um tíman; men er tað ærseyður og veðrar, ið flettast skulu, so klára teir at fletta uml. 20 seyðir um tíman.