Atlantic Airways hevur fólk arbeiðandi við fullari megi fyri at fáa nýggju skipanina at koyra sum hon skal. Gamla skipanin mátti skiftast út brádliga tann 5. mai, tí veitarin legði sítt virksemi niður. Arbeitt hevur verið við nýggjari skipan í eitt ár, sum er lítið samanborið við hvussu leingi verður arbeitt við líknandi skipanum aðra staðni.
- Skipanin er eitt sindur amputerað fyri tíðina. Sum er mugu fólk ringja og gjalda í staðin fyri at gjalda umvegis netið. Men ein av fyrstu døgunum fer at bera til gjalda við kortið umvegis netið aftur. Tað, sum hendi var, at skiftið gjørdist so brádligt, at vit fingu ikki tíð at testa nýggju skipanina rættiliga, áðrenn vit noyddust at taka hana í brúk, sigur Theodor Joensen, sum starvast á marknaðardeildini hjá Atlantic Airways.
Fólk hava gjørt vart við broytingarnar í skipanini, og Theodor Joensen viðgongur, at onkrar broytingar kunnu ørkymla viðskiftafólkini. Í staðin fyri bert at síggja ferðir til Billund til dømis, vísir skipanin á møguleikar fyri at flúgva til Billund umvegis Keypmannahavn.
- Tað, sum er broytt, er at vit bjóða fleiri møguleikar. Hetta er ein skipan, sum verður brúkt um allan heim, og fólk fara ivaleyst at gerast glað fyri hana, tá tey hava vant seg við hana.