Rákið við at venda

SAMTÍÐIS sum amerikanska forsetavalið nærkast, er málið um deyðadóm við at koma fram aftur í almenna orðaskiftinum. Útvarpoið hevur seinastu dagarnar borið áhugaverd tíðindi úr Statunum um nettupp spurningin um deyðadómin, sum er partur av amerikanskum politikki og gerandisdegi.

TAÐ frættist, at tað er við at taka seg upp ein rørsla í USA, sum hevur sett avtøku av deyðadóminum sum ein av sínum fremstu málum. Og tí er nettupp eitt komandi forsetaval eisini at sera gott høvi at gera vart við seg.


TAÐ áhugaverda er, at ein av oddamonnunum í amerikonskum politikki og møguliga komandi forseti USA, George Bush, sum í dag er guvernørur í Texas, nú byrjar at fáa mótstøðu móti tí politikki, sum hann annars hevur verið forsprákari fyri og sum hann hevur útint utttan samvitskubit. Staturin Texas er nevniliga tann statur í USA sum tekur flest fólk av døgum, hann hevur met, og spurningurin er, hvussu eitt slíkt met kann tulkast - til fyrimun ella sum ein vansi fyri forsetavalstríð hansara.


TAÐ er eingin loyna, at ein stórur partur av amerikanska fólkinum er fyri deyðadómi, men sohvørt sum upplýsingin veksur og sum tað gongur upp fyri fólki, at mong av teimum, sum verða tikin av døgum, eru ósek, koma frá sosialt ringum um støðum, eru litt, ja í heila tikið eru á niðastu rók í samfelagnum, og tí heldur ikki hava møguleika at keypa sær dýrar advokatar at verja sína søk, so eru fleiri og fleiri farin at venda deyðarevsingini bakið. Hetta er nakað, sum vit øll eiga at fegnast um, tí - og sum vit hava nevnt her áður - so má almenna deyðarevsingin í einum av heimsins ríkastu og ?mest civiliseraðu? londum metast sum størsta brot framt á mannarættindini nakrantíð.


STØÐUGT fleiri amerikanskir statir eru farnir at seta spurnartekin við deyðarevsingina, nú tað kemur fram, hvussu mong verða dømd ósek ella í hvussu er uttan at hava nóg góða verju. At mannarættindatalsmaðurin litti demokratiski politkkarin, Jackson, nú eisini er farin at seta deyðarevsingina í fokus, er so mikið meira áhugavert. Tað, sum nú umræður er at fáa demokratiska valevnið til at gera mótstøðuna móti deyðarevsingini til eitt høvuðsmál. Nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer fram. er torført at venda aftur.

Spurningurin er, hvønn stuðul Anfinn hevur í løgtinginum og í landsstýrinum og í fólkinum! Anfinn Kallsberg følir seg helst eitt sindur einsamallan.

-Hvat vil tú so mæla Anfinni til at gera?

-Hann skuldi valt eitt av teimum báðum alternativunum, sum eg havi nevnt, antin at útskriva nýval ella kanska heldur at sagt upp samgonguskjalið. Nú má ein onnur avtala gerast við fleiri flokkar. Og tú kanst ikki forhandla eitt sovorðið álvarsmál uppá pláss, uttan at tú hevur baklandið í góðum ordan, og tað hevur Anfinn tíverri ikki!!


Breið loysn

Birgir Danielsen vísir annars til orðini hjá Anfinni Kallsberg um eina breiða loysn. -Tað endurtók hann aftur og aftur, men helt so bráddliga uppat við at siga tað. Eg haldi, at hann nú eigur at taka tað uppaftur fyri at fáa eina breiða semju. Sjálvur haldi eg, at hevði hann havt eina breiða loysn og fingið formulerað nakað yvirfyri Nyrup, sum hevði eina breiða undirtøku í tinginum og fólkinum, so hevði tað fingið eina aðra móttøku, og ein sáttmáli hevði spurst burturúr.

Birgir Danielsen sigur seg tí vera vísan í, at tann fyrsti sáttmálin man kann fáa burtur úr er innan fyri Ríkisfelagsskapin og tað verður man noyddur til at taka við.

-Nú tú sum fólkafloksmaður tosar um eina loysn innan fyri Ríkisfelagsskapin kanst tú so ikki rokna við at blíva skýrdur sambands- ella javnaðarmaður av fullveldisfólki?

-Tað verður teirra sak. Men tað er einaferð soleiðis, at skal man røkka nøkrum málum, so er man noyddur til at velja eina loysn, sum er borðbar fyri báðar partar. Tú nært einki mál við bara at tvíhalda uppá títt, sum er órealistiskt fyri mótpartin. Hetta er galdandi í politikki, í forrætning, ja í allar mátar. Tú mást kunna finna eitt kompromi.

Birgir Danielsen heldur onga orsøk vera til at geva upp sjálvstýristankan fyri tað um fyrsta stigið víðari á sjálvstýrisleið skuldi verið innan fyri Ríkisfelagsskapin.

-Í loysnina skuldi verðið lagt eitt menningarelement, ein vilji til at samstarv, prioritering av umsitingini, miðjan ímóti einum sjálvberandi búskapi og ikki minst at laga seg eftir altjóða rákinum. Tá so nøkur ár eru liðin, hava vit ment hetta skilagott, og tá er kanska tíðin búgvin til at taka næsta stigið. Tað meti eg at vera fólkaflokspolitikk.

-Høgni Hoydal hevur tikið málið í egnar hendur og hevur lagt seg langt langt framman fyri Fólkaflokkin, og hevur so megnað at hála hann við sær út í nakað, sum full undirtøka als ikki er fyri í Fólkaflokkinum.

Birgir Danielsen sigur seg ikki tala fyri allan Fólkaflokkin men heldur seg tó kunna siga, at tað eru nógv í Fólkaflokkinum, sum bera ótta fyri tí útviklinginum, sum er hendur síðani flokkurin fór upp í samstarv við Tjóðveldisflokkin. Hann metir, at talan er um kanska eina helvt av flokkinum. Síðani eru tað eisini nøkur ?tjóðveldisfólk? innan Fólkaflokkin men tey heldur hann vera fá.


Val nærkast

-Reellla støðan er væl tann, at skjýtur tú hetta málið út nógv longur aftrat, so koma vit nærri og nærri einum vali. Og tess nærri tú kemur valinum, tess torførari verður tað at taka eina rationella støðu. Verður val, so koppar javnvágin. Tá fæst ikki hetta landsstýrið aftur. Og hvar eru vit so spyr hann!

- Tá hava vit einki fingið burtur úr, og tá koma javnaðarmenn og sambandsmenn, møguliga saman við Fólkaflokkinum til, og skal man tá til at byrja aftur av nýggjum.

-Hví fastheldur Tjóðveldisflokkurin um eina ætlan, sum hvørki ein meiriluti av føroyingum ella mótparturin kunnu taka undir við?

-Spyr teir, teirra krav til meiriluta er 50%. Har kann eg heldur ikki vera samdur. Tí við eina fólkaatkvøðu, so má man hava ein so dyggan meiriluta aftanfyri uppskotið, at arbeiðið kann halda á fram og verða liðugt gjørt í skiftistíðini, sum er ætlað til 4 valskeið.

Skuldi man so fingið eitt ómotiverað landsstýri, tvs. sambandsflokkin og javnaðarflokkin til at tikið yvir eftir eina fólkaatkvøða, hvar høvdu vit tá verið henni.

-Men er tað ikki løgmaður, sum í veruleikanum hevur buktina og báðar endar í øllum hesum máli?

-Tað skuldi man trúð. Hann kann bara siga við Høgna, at nú mugu vit antin semjast um at saðla um ella verður hann noyddur at saðla um.

Birgir Danielsen, sum sjálvur hevur verið nøkur ár í politikki, veit eisini, at alt hetta er eisini taktikkur. Tað ræður um ikki at missa andlit. Hann viðgongur tí eisini, at tað besta fyri Fólkaflokkin hevði verið, um Tjóðveldisflokkurin kom til ta niðurstøðu, at her var ikki meira at gera.

Heldur ikki tá talan er um at fáa ein triðja part uppí sum eygleiðari ella meklari er Birgir Danielsen samdur við landsstýrinum. -Tað eru ikki trupulleikar av hasum slagnum, sum ST tekur sær av. Vit hava í Føroyum ein livifót, sum liggur langt oman fyri tað, ið ST plagar at takast við. Og fyri ST vil hetta vera ein innanhýsis trupulleiki. Og spyr ST Danmark um málið, so er svarið givið og tí ikki meira at siga um tað.