Røktarheim innan eitt ár

Persónliga miðið eg eftir, at spakin verður settur í í ár. Tað, vit hava brúk fyri, er ein góð, bílig og skjót loysn, og eg kann sláa fast, at talan verður ikki um vinnandi uppskotið, tí tað hava vit als ikki ráð til í hesum tíðum, sigur Heðin Mortensen

Byggingin av einum ellis- og røktarheimi yviri við Strond er langt frá slept. Tvørtur ímóti sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tað ongan tíð hastar meiri enn nú.

- Tørvurin á einum røktarheimi er akuttur, og tað er mítt avgjørda mál, at byggingin skal standa liðug innan eitt ár, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at fleiri arkitektar og verkfrøðingar hava bjóða seg fram, og at býráðið tí hevur fleiri ymiskar verkætlanir at velja ímillum. Tað stendur kortini greitt, at vinnandi projektið, sum ein donsk fyritøka átti, ikki verður til veruleika.

- Tað var ein ógvuliga flott og væl gjøgnumarbeidd verkætlan, men hon kostaði eisini nógv. Einar 50-60 milliónir til 24 fólk, og tað letur seg als ikki gera í hesum tíðum, og tí verður tann verkætlanin ikki veruleiki á hesum sinni, sigur Heðin Mortensen.

Tað, sum brúk er fyri nú, er besta, bíligasta og ikki minst skjótasta loysnin.

- Mín persónliga meting er, at longri tíð enn eitt ár kann ikki góðtakast, tí tað hevur skund at fáa hesa byggingina frá hondini, sigur Heðin Mortensen.

Árið er skjótt hálvrunnið, men borgarstjórin miðar ímóti, at spakin verður settur í sum skjótast og undir øllum umstøðum í ár.

- Pengar eru ikki settir av til hesa byggingina, men fíggingin er kortini klár. Talan er bara um eina politiska avgerð, sigur Heðin Mortensen.

 

Útbyggja Nærverkið

Borgarstjórin í Havn heldur annars, at tað rætta hevði verið at útbygt Nærverkið, so fólk kunnu verða heima sum longst.

- Allar kanningar vísa, at fólk ynskja at verða verandi heima sum longst. Og tað er ov vánaligt, at Nærverkið ikki kann útbyggjast soleiðis, at hetta letur seg gera. Eg hugsi, at Rósa bað um sjey milliónir, men fekk bert tríggjar, og tað líkist ongum, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir á, at talan ikki bara er um kostnaðin av at byggja røktar- og ellisheim, men raksturin kemur eisini afturat.

Hetta er kortini enn ein landsuppgáva og ikki ein kommunal, og tí er lítið hjá Tórshavnar kommunu at gera við tað.

Men borgarstjórin ætlar so ikki at liggja á latu síðu, tá tað um røktar- og ellisheim umræður.

- Vit hava fingið fleiri uppskot inn um eldramiðdepilin yviri við Strond, og vit fara nú at gjøgnumganga hesi uppskotini og velja tða besta, bíligassta og skjótasta burtur úr. Vit hava fingið uppskot úr Danmark, Íslandi og her heima úr Føroyum, og tað eru fleiri at velja ímillum. Nú ræður um at bera skjótt at, tí tørvurin er stórur á røktarheimsplássum, sigur Heðin Mortensen.

Tað næsta, sum nú hendir, er at býráðið fer at seta seg niður og taka eitt prát við tey, sum eru komin við loysnum á økinum, og sum nevnt verður spakin settur í í ár, stendur tað til borgarstjóran.

- Vit kunnu ikki bíða, tí tað hevur skund at fáa hjálpt upp á stóra tørvin á eldraøkinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.