Úr mótrákinum

VÍF slapp loksins at taka sær av løttum, soleiðis at smílini á leikarunum aftur kundu finnast fram eftir nakrar truplar vikur

Hondbóltur

VÍF hevði ikki stórvegis trupulleikar av Kyndli, tá kvinnuliðini hjá feløgunum báðum hittust sunnudagin. Tað var helst ikki nakar, sum hevði roknað við, at stórvegis fór at vera í dystinum, men fyrstu góðu løtuna royndi Kyndil at treiskast, og tær hingu eisini hampuliga væl við.

Revsaðu mistøkini
Men tað er stórur munur á oddi og botni í føroyskum kvinnuhondbólti, og sum frá leið, so kom hesin munurin eisini greitt til sjóndar. Uttan at gera stórvegis háva burtur úr sær sjálvum, so helt VÍF alla tíðina fast við eitt rímiliga trygt grundspæl, og so lótu tær annars Kyndil um fremja mistøkini. Mistøk, sum fyri tað mesta vórðu náðisleyst revsað.
Og sum dysturin leið, so gjørdist hesi alsamt fleiri í tali. VÍF tóktist framvegis ikki ómaka sær tað heilt stóra. Kvikleikin hjá Nikolinu gav teimum hópin av leysum støðum framman fyri málinum, og tá Kyndil ikki megnaðu at vera serliga tættar, tá verjan var komin upp á pláss, so kundi Irina Radovici eisini hóreiggja sær inni á strikuni, har hon ferð eftir ferð fekk leysar teymar.
Og so gekk alt, soleiðis sum tey flestu høvu væntað. Hjá Kyndli var hetta ikki meira enn ein staðfesting av, at tað ikki er móti oddaliðnum, at tær skulu gera sær vónir um stig. Hjá VÍF mundi sigurin hinvegin hava størri týdning. Eftir rumblið, sum hevur verið seinastu tíðina, og eftir tvey tap fyri sambiðlunum í oddinum mundi tað í øllum førum vera hugaligt hjá liðnum, nú tær uttan stórvegis trýst kundu royna seg á vøllinum, og á tann hátt fáa eitt sindur av gleði í sjálvt hondbóltsspælið aftur.
Fyri teirra viðkomandi mundu hetta seinasta helst vera tað, sum hevði størstan týdning á degnum.

Dysturin í tølum
Kyndil-VÍF 16-30 (8-13)
Málskjúttar
Kyndil: Randi Wardum 5(3), Ann Mari Wang 4(3), Hildur Mikkelsen 3, Linda Weihe 2, Annika Thomsen 1, Anja Heinadóttir 1
VÍF: Nikolina Eyðbjørnsdóttir 10, Irina Radovici 7, Ioana Rápa 6(1), Soley Mikkelsen 5(2), Jacklin Durhuus 2
Brotskøst: Kyndil 7, VÍF 3
Útvísingar: VÍF 1
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Tóku tað bara púrasta róligt undan mansdystinum.