Seinastu seks árini ? frá 1995 til og við 2000 ? hevur rúsdrekkanýtslan hjá føroyingum verið rættiliga støðug. Tó er ein lítil øking at hóma.
Nýtslan verður roknað sum reint alkohol fyri hvønn íbúgva, ið er yvir 15 ár.
Í 1995 nýtti hvør íbúgvi yvir 15 ár í miðal 6,4 litrar av reinum alkoholi. Næstu fýra árini var nýtslan 6,6 litrar um árið. Í fjør var hon komin uppá 6,8 litrar fyri hvønn íbúgva. Hesi hagtølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni, tí tollfrí søla av rúsdrekka er ikki roknað uppí.
Hetta stendur at lesa í Árbókini fyri Føroyar, sum júst er komin út.
Tá nýtslan skal býtast upp í sløg av rúsdrekka, er tað sjálvsagt mest øl, sum verður drukkið. Í fjør drakk hvør føroyingur yvir 15 í miðal ár 62,1 litrar av øli, 7,2 litrar av brennivíni , 6,8 litrar av víni, og 2,5 litrar av ymiskum tollfríum rúsdrekka.
Tilsamans drukku føroyingar í ár 2000 2,2 milliónir litrar av øli, 250.000 litrar av brennivíni, 237.000 litrar av víni og 88.000 litrar av ymiskum tollfríum.
Tað sæst týðiliga, at nøgdin av tollfríum rúsdrekka er økt nógv seinastu árini. Í 1995 vóru bara 13.000 litrar av tollfríum rúsdrekka flutt inn í landið. Síðani er ein støðug øking farin fram, og í fjør var nøgdin 88.000 litrar.
Grønlendingar fremst
Hagtølini vísa eisini, hvussu nógv føroyingar drekka samanborið við hini Norðurlondini. Meðan ein føroyingur í miðal nýtti 6,8 litrar av reinum alkoholi í fjør, nýtti ein grønlendingur heili 13,2 litrar av reinum alkoholi í 1999.
Danir eru ikki langt aftanfyri Grønland. Í 1999 nýtti ein dani í miðal 11,6 litrar av reinum alkoholi. Síðani kemur Finnland við 8,7 litrum í miðal fyri hvørt fólk um árið. Føroyingar nýta 6,8 litrar um árið, álendingar nýta 6,2 litrar um árið, sviar nýta 6,1 litrar, íslendingar 5,9 litrar og minstu nýtsluna sambært hagtølunum hava norðmenn, sum hvør nýta 5,5 litrar av reinum alkoholi um árið.