Flogfelag Føroya hevur fingið fatur á nøkrum fáum atgongumerkjum til konsertina, sum verða seld til føroyingar, ið hava hug at fara á konsert. Skipað verður fyri ferð úr Vágum 3. august og heim aftur 6. august. Av flogfelagnum verður sagt, at íroknað tær 3295 krónurnar, sum túrurin kostar, er konsertatgongumerki umframt ferð og ferðavgjøld.
Konsertin við heimsins ivaleyst mest legendariska rokkbólki verður ikki minnið spennandi av, at bólkurin hevur fingið Van Morrison at hita upp fyri seg.