Ovarlaga í bygdini eru fleiri mans í ferð at enda eina spennandi byggiætlan. Her er talan um trý sermerkt raðhús, sum á ein hátt eru sum eini sethús, samstundis sum tey eru vælegnað til bæði eldri og yngri fólk.
Hetta er helst eisini orsøkin til at áhugin fyri teimum hevur verið so ovurhonds stórur.
- Hevði eg havt trý hús aftrat, hevði eg uttan iva kunnað selt tey her og nú, staðfestir Anfinn Kruse, sum eigur AK Byggivirki.
Tað eru fólk av Eiði og aðrastaðni frá sum hava keypt hesi húsini.
Um stutta tíð kunnu tey gleða seg til at flyta inn í hesi spildurnýggju sethúsini ovarlaga í bygdini á einum staði tey nevna á Kolshjallum.
Gomul hús
At Anfinn og hansara menn fóru undir júst hesa byggingina hevur eina einfalda frágreiðing: Stóri eftirspurningurin eftir sethúsum á Eiði.
Bygdaráðið, sum Anfinn sjálvur er partur av, hevur gjørt sítt til at útvega nóg mikið av grundøkjum bæði her á Eiði og í Svínáum, sum eisini hoyrir við til kommununa.
Omanfyri tey ovastu sethúsini á Eiði verður ein útstykking fyrireikað í løtuni, men tað er kortini ein ávísur trupulleiki við hesum:
- Tað vísir seg, at fólk ikki vilja fara so langt niðan í bygdina at búgva. Tey ynskja heldur at kunna búseta seg niðri í sjálvari bygdini, og toga tí heldur tann vegin.
- Vit uppliva tí í dag, at nógv av teimum ungu vilja heldur keypa gomul sethús í bygdini. Hinvegin eru tey ikki so løtt at fáa fatur á, staðfestir Anfinn.
Alternativt
Hóast hesi trý samanbygdu sethúsini liggja ovarlaga í bygdini, hevur ikki staðið á hjá AK Byggivirki at sleppa av við tey.
Her vóru tvey grundøki tøk, og Anfinn avgjørdi tí at keypa tey. Tað taldi tað nógv, at útsýnið higani er gott ávísar rætningar, hóast hotellið niðanfyri tekur ein part av hesum.
- Eg helt, at tá so nógv verður tosað um alternativa bygging, var hetta eitt gott høvi at royna nakað nýtt - snøgt sagt, at vita um nakar áhugi var fyri hesum.
- Tað vísti seg beinanvegin, at áhugin var stórur fyri júst hesum trimum húsunum og haraftrat fyri teirri ætlanini, sum eg havi í Svínáum, greiðir Anfinn frá.
Ein annar partur í hesi alternativu byggingini er, at øll húsini eru útgjørd við hitapumpum.
Seld beinanvegin
Ætlanin hjá Anfinni og hansara monnum er at gera hesi trý raðhúsini liðug fyrst, soleiðis at fólk kunnu síggja hvat tað er sum tey fáa í keypinum.
Hann hevur sjálvur teknað húsini, og er sum vera man sera fegin um úrslitið. Tað er helst so sum hann sigur: - Eg eri so væl nøgdur við húsini, at eg kundi fyri tað sjálvur flutt inn í tey.
- Hetta eru ein praktisk hús og sum eru væl útnyttað. Her eru fleiri kømur og fleiri møguleikar, og tí eru tey hóskandi til allar aldursbólkar, staðfestir Anfinn.
Hann hevur við tekningum sínum tikið fyrilit fyri ynskjunum hjá keyparunum: Er talan um eina barnafamilju, eru fleiri kømur á loftinum. Er talan hinvegin um eitt eldri par, er eitt kamar, og alt annað sum krevst til eitt húsarhald, í stovuhæddini.
- Hesi trý vórðu seld beinanvegin. Eg ivist ikki eina løtu í, at hevði eg eina rekkju við trimum húsum aftrat, ja, so vórðu tey somuleiðis seld, slær hann fast.
Lyklaklár hús
Eftir at Anfinn hevði ognað sær grundøkið her á Kolshjallum, fór hann undir at fyrireika byggingina.
Í desember mánaði í fjør vórðu elementini stoypt. Síðani lá arbeiðið stilt í nakrar mánaðir orsakað av veðri, meðan Anfinn og hansara menn tóku lut í einum øðrum arbeiði.
Tá komið var út í seinnapartin av mars mánaði løgdu teir av álvara til brots aftur, og nú sæst ein endi á trimum teimum fyrstu húsunum í ætlanini. Tá henda byggiætlanin kom fram, merkti Anfinn beinanvegin stóran áhuga fyri henni.
Ætlanin er, at tey skuldu gerast liðug í september mánaði. Teir hava hinvegin spurt eigararnar, um tey sjálvi hava áhuga at mála og tapetsera áðrenn, og hava øll tikið av hesum tilboðnum.
Húsini verða latin lyklaklár. Eigarin skal bert sjálvur tapetisera, mála og leggja gólvið á. Annars er klárt at flyta inn.
FAKTA
Samanbygd hús á Eiði
Trý raðhús hvørt við eini stovuhædd uppá 90 fermetrar og lofti við fleiri kømrum.
Bilhúsið er 40 fermetrar stórt og ger sítt til, at raðhúsini hóast alt kennast sum sethús.
Prísurin er 1,35 mió kr., og tá er hitapumpa íroknað, men ikki tapetisering og gólvið.
Tað er AK Bygging við Anfinn Kruse sum stendur fyri byggingini.