Talan verður um ein STÓRAN fótbóltsdag á Rás2 í samband við næstseinasta umfarið í effodeildini, sum verður avgreitt í dag.
Tróndur Arge verður staddur á Toftum og hann sigur frá dystinum B68-B36. Hilmar Jan Hansen verður staddur í Havn, og hann fer at siga frá dystinum HB-NSÍ. Tá mál koma í hinum dystunum Skála-Víkingur, ÍF-EB/Streymur og KÌ-AB verður hetta fráboðað av Hilmari Jan og Tróndi beinavegin. Talan verður sostatt um eina "uptempo" frásøgn á Ràs2 í dag.
Tá dystirnir eru lidnir verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni, sum verður styttri ella longri alt eftir hvat hendir í 26. umfari í effodeildini, sum verður avgreitt í dag.