Verkstova um vindorku í arktiskum økjum

Fróðskaparsetur Føroya skipar 19. og 20. august fyri altjóða verkstovu um smáar vindmyllur og vindorku í arktiskum og avbyrgdum økjum.

Føroyskir og útlendskir serfrøðingar fara á verkstovuni at leggja fram og umrøða millum annað smáar vindmyllur, íbinding í smærri elnet, haldføri, sniðgeving av veingjum og meting av vindorkutilfeingi.

 

Millum fyrilestrarhaldararnar eru serfrøðingar frá eitt nú DTU, SEV, University of Calgary, Nukissiorfiit, Samsø Energy Academy og Fróðskaparsetri Føroya.

 

Verkstovan verður í Ovastovu í Nóatúni mikudagin 19. og hósdagin 20. august frá klokkan 12 til 17 báðar dagarnar.

 

Náttúruvísindadeildin á Setrinum skipar fyri við stuðli frá SEV og Føroya Verkfrøðingafelag.

 

Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.