Rebekka er best í konga­ríkinum

Frælsur ítróttur Rebekka Fuglø vann gullheiðursmerki á 1500 metrum og 800 metrum um vikuskiftið. Marnar Djurhuus stóð seg eisini væl

Rebekka Fuglø kappaðist ser­liga við Karinu Klok í bólk­inum gentur 18-19 ár á 1500 metr­um. Tilmeldingartíðirnar boðaðu frá frammanundan, at talan fór helst at vera um tætta kapping. Rebekka legði varliga fyri og rann fyrstu 100 metrarnar upp á 18,5 sekund. Hon setti spakuliga ferðina upp, men Simone Glad, sum hevði bestu tilmeldingartíðina, fór frá øllum, og Karine Klok var nummar tvey. Rebekka var beint aftan fyri, men setti ferð­ina upp seinastu metrarnar. Seinastu trý umførini økti hon um munin aftur til hinar. Tíðin hjá henni var 4.49.21, og tað er nýtt persónligt met. Tíðin hjá Karinu Klok, sum varð nummar tvey, var 4.59.31.

Eisini á 800 metrum
Rebekka Fuglø vann eisini dan­marksmeistaraheitið á 800 metr­um. Tað var leygardagin. Tað vóru bara tvær, sum høvdu meldað seg til í bólkinum gentur 18-19 ár, og tí runnu tær saman við teimum 20-22 ár. Rebekka Fuglø kappaðist móti Karinu Klok, sum rann aftaná føroyinginum so at siga alla­tíðina.
Tíðin hjá Rebekku var 2,26.18.

Marnar stóð seg væl
Eisini Marnar Djurhuus stóð seg væl. Hann var triðjur á málið leygardagin í bólkinum 3000 metrar í dreingir 17. Marnar var við millum teir ov­astu beinanvegin, men favo­ritturin Zacharias Grassme, Sparta, fór undan hinum, tá helmingurin var runnin. Marnar dragnaði og hótti ongan­tíð teir ovastu. Hann kom á málið við tíðini 8,57.35, og vann bronsu­heiðursmerki.
Marnar var nummar fýra í kappingini 1500 metrar fyri dreingir 17 í gjár.
Tað var triðju árið upp í slag, at íðkarar úr Treysti er við til danmarksmeistarakappingina fyri ung. Fyri at sleppa við til DM krevst, at tú umboðar eitt danskt felag, og at tú er millum 18 tey fremstu á ranglistanum í tínum aldursbólkin.
– Hetta er sera gott høvi hjá okkara bestu ungu íðkarum at royna seg móti javngomlum rennarum úr Danmark, skrivar heimasíðan hjá Treystinum.