RIB-báturin hjá Thorshavn funnin aftur

RIB-báturin, sum sleit frá MS Thorshavn í síðstu viku, er komin afturíaftur. Tjaldrið fann bátin eftir fráboðan frá einum ferðamannaskipi.

MS Thorshavn boðar frá, at teir hava fingið RIB-bátin aftur, sum sleit frá skipinum, meðan Thorshavn var á veg suðureftir í síðstu viku.

 

MRCC visti um bátin, sum var saknaður, og eitt ferðamannaskip, sum var á leið umleið 18 fjórðingar suður úr Akrabergi, boðaði MRCC frá, at tey høvdu sæð ein bláan RIB-bát reka mannleysan.

 

Lesið eisini: RIB-bátur sleit frá Thorshavn – nú verður sóknast eftir honum

 

Tjaldrið varð sent at kanna málið og fann bátin. Seinnapartin kom Tjaldrið á Tvøroyri við honum.

 

– Vit eru sera fegin um at fáa bátin aftur og vilja takka MRCC, Vørn og sjálvandi manningini á Tjaldrinum fyri at bjarga okkum bátin, skrivar MS Thorshavn.

 

RIB-báturin sleit frá Thorshavn mikudagin 12. august. Tá varð mett, at hann var farin frá skipinum á leiðini við Dalsfles umleið klokkan 14. Leitað varð eftir honum í umleið fýra tímar, men tá uttan úrslit.