Aftur í nátt hevur ukrainski herurin lopið á russiska høvuðsstaðin Moskva við nógvum dronum, og enn einaferð er ein Wildberries-goymsla í Moskva rakt.
Wildberries er russiska svarið upp á Amazon.
Kelda til tíðindini um nýggju ukrainsku álopini á Moskva er russiski guvernørurin, Andrej Vorobjov. Hann sigur, at fleiri bygningar eru raktir í ukrainsku álopunum.
Ukrainar siga, at Wildberries selur dronur og ymiska hernaðarliga útgerð til russiska herin.
Russar siga seg hava skotið 180 dronur niður á Moskva-leiðini í nátt, og kelda til hesi tíðindini er borgarstjórin í Moskva, Sergei Sobyainin, sum skrivar hetta á Telegram.
Borgarstjórin vísir á, at seinasta samdøgrið hava tilsamans 620 dronur havt kós móti Moskva-regiónini, og fleiri eru løstað í ukrainsku álopunum.
- Hetta er talið av dronum síðan seinnapartin mánadagin og fram til í morgun, sigur borgarstjórin í Moskva, Sergei Sobyainin, á Telegram.











