Riga FC hevur favorittstøðuna móti KÍ

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-Riga FC

Í kvøld klokkan 18.30 spælir KÍ fyrra røkk støkk dystin móti lettiska liðnum, Riga FC um rættin at kappast í deildarspælinum í Conference League.

 

Hesaferð spælir KÍ á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Hóast heimavøll, og hóast mongu góða evropeisku avrikini hjá KÍ á vøllinum við Djúpumýru, so hevur Riga FC favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 3,26 og 3,81.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,45 og 3,84.

 

Oddsini upp á útisigur til Riga FC liggja millum 1,85 og 2,03.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##