Enska Fótbóltssambandið hevur givið Chelsea liðskiparanum eina bót upp á áleið tvær milliónir krónur og leikbann í fýra dystir fyri rasistiskan málburð móti Anton Ferdinand.
Tað var í dystinum millum Queens Park Rangers og Chelsea í farna kappingarárið, at John Terry varð skuldsettur fyri at hava brúkt niðursetandi rasistiskan málburð móti Anton Ferdinand. Av tí at málið bleiv meldað, so fór tað gjøgnum rættin fyrst.
Har bleiv John Terry fríkendur, men enska Fótbóltssambandið tók eisini sakina upp, og niðurstøðan hjá teimum er, at John Terry er sekur í at hava brúka rasistiskan málburð. Hann skal hava brúkt orðini black cunt.
31 ára gamli John Terry, sum í vikuni valdi at gevast á enska landsliðnum, hevur nú tvær vikur at kæra dómin.
Í fjør var Liverpool framherjin, Luis Suarez, eisini funnið sekur í nýtslu av rasistiskum málburði av enska fótboltssambandinum. Hann fekk leikbann í átta dystir og áleið ein triðing av bótini.