Fyrr í ár ljóðaði, at Roberto Carlos fór at skifta Real Madrid út við Fenerbahce. Í gjár gjørdist hetta veruleiki, tá ið hann skrivaði undir undir ein tvey ára sáttmála við meistarafelagið.
- Eg eri errin av at bera hesa troyggju. Mín dreymur er at vinna Champions League í henni, segði Roberto Carlos, tá ið hann í gjár varð fagnaður av fleiri túsund fjepparum á Sükrü Saracoglu-leikvøllinum í Istanbul.
Roberto Carlos, sum er 34 ára gamal, hevur leikt heili 11 kappingarár við Real Madrid. Hann spældi 125 dystir fyri brasilienska landsliðið, áðrenn hann í fjør segði seg ikki orka landsliðsfótbólt longur.