Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof tóku í dag ímóti Róa Ellefsen á Skipagøtu í Partille. Talan var um dyst í øðrum umfarinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Hallby at vinna dystin 28-26. Í steðginum var Hallby á odda 12-11.
Báðir føroyingarnir avrikaðu væl í dystinum. Ísak skoraði fýra mál fyri Sävehof upp á fýra málroyndir, meðan Rói gjørdist toppskjútti hjá Hallby við níggju málum. Rói legði eisini upp til fimm mál.
Talan er um fyrstu stigini hjá Hallby. Sävehof hevur enn fyrsta stigið til góðar.
Mánakvøldið klokkan 18 spæla Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona dyst á útivølli móti verandi meistarunum, Ystad.