Tað mundi gingið heilt galið hjá Christiano Ronaldo í gjáramorgunin, tá hann var á veg til morgunvenjingina hjá Manchester United. Annað hjólið framman reyk av reyða Ferrari bilinum hjá Ronaldo. Hetta hendi í einum tunnili tætt við flogvøllin í Manchester. Christiano Ronaldo slapp tó óskalaður frá hendingini. Aftaná óhappið stóð Ronaldo og hugdi eftir vrakinum saman við fleiri eygnavitnum. Enska blaðið, The Guardian hevur tosað við eitt eygnavitni, sum sá tilburðin. - Eg kom á staðið beint aftaná hendingina. Tað er ófatuligt, at Ronaldo er sloppin so væl frá hendingini. Segði eygnavitni við The Guardian. Ferðsluóhappið hendi kl. 10.20 hósmorgunin, men eingin annar bilur fekk skaða í hendingini. Seinni møtti Christiano Ronaldo til venjingina hjá Manchester United.