Roykur - men eingin eldur við Norðskála

- Roykurin stóð úr einari gamlari oljufýr, sum av eini ella aðrari orsøk var farin at rúka, sigur løgreglan

Mynd: Tilvildarlig

Stutt fyri klokkan 18 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at roykur stóð úr einum bilverkstaði við Norðskála.

 

Hetta var á leiðini beint yvir av bygningunum hjá Løvu Betong og Vónini.

 

- Sløkkilið varð sent á staðið, men hetta vísti seg ikki at vera eldur, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Tað vísti seg nevniliga, sigur løgreglan, at roykurin stóð úr einari gamlari oljufýr, sum av eini ella aðrari orsøk var farin at rúka.

 

 

 

Mynd: Tilvildarlig