Royna alduorku í Skotlandi

Norska felagið Hydro er við stuðuli frá ES farið undir eina stóra verkætlan við alduorku í Skotlandi.

Í gjár varð ein royndarstøð løgd á sjógv við Orkneyoyggjarnar. Hon er 130 metrar long og vigar 700 tons, og higartil hevur verkætlanin kostað 80 milliónir norskar krónur. Sambært útrokningum kann ein tílík støð útvega nóg mikið av elorku til 130 húsarhald, men Hydro hevur ætlanir um at gera størri støðir, sum skulu gera orku til 4.000 húsarhald, skrivar Aftenposten.

Tað kostar umleið 60 oyru at framleiða ein kilowatt-tíma við hesum alduorkuverkunum, og tað er umleið tríggjar ferðir meiri, enn tað kostar at framleiða elorku við vindmegi í Noregi. Í Hydro vænta tey kortini, at tað fer at bera til at framleiða ein kilowatt-tíma fyri 30 - 40 oyru við alduorku seinni.

Talsmaðurin hjá Hydro sigur við Aftenposten, at ætlanin er at gera royndir við alduorku í Noregi seinni.