Royna enn eina ferð at steðga samgonguni

Tinglimir mæla til at lurta eftir vinnuni og fiskifrøðini

Tinglimir gera nú enn eina roynd at forða fyri ætlanini hjá samgongu at leggja um frá fiskidøgum til kvotur.

 

Nú Løgtingið viðger eina nýggja fiskivinnuskipan, hava Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Jógvan Skorheim tingmaður fyri Sjálvstýri, lagt uppskot fyri Løgtingið um at sleppa ætlanini um at seta eina kvotuskipan í verk.

 

Hinvegin hava teir lagt uppskot fram um at varðveita fiskidagaskipanina, sum vit nú hava.

 

– Vit mæla til at lurta eftir vinnuni, sum mælir til fiskidagaskipan, tí botnfiskiskapurin undir Føroyum er blandingsfiskiskapur, siga teir báðir. Teir vísa eisini á, at bæði Havstovan og Vørn mæla frá, at fiskiskapurin eftir botnfiski við Føroyar verður skipaður við bæði fiskidøgum og kvotum.

 

Men samstundis sum at teir mæla til at fiskidagarnir halda fram, mæla teir eisini til at Vit at fiskidagaskipanin verður eftirmett og stillað í samstarvi millum Havstovuna, vinnuna og politisku skipanina, so fiskidagaskipanin verður bæði lívfrøðiliga, búskaparliga og vinnuliga burðardygg.