Royndu í stongdum øki

Vaktarskipið Tjaldur legði í gjáramorgun hald á fýra franskar trolarar, ið eru undir illgruna fyri at hava fiskað á stongdum øki. Skipini liggja nú í Kollafirði, har tey bíða eftir einum sektaruppskoti frá ákæruvaldinum.


Á Vørn verður upplýst, at talan er um fýra franskar trolarar, ið hava verið nógv í Føroyum síðstu árini og kenna føroysk viðurskiftir. Hald varð lagt á teir, tí teir veiddu upsa í einum stongdum øki.


- Tey fýra skipini vóru inni á einum øki, ið var stongt. 15. juni varð bráðfeingis veiðibann lýst yvir økið, tí har var so nógvur smáur upsi í økinum. Slíkt verður lýst í útvarpinum og á netinum, og so boða vit eisini útlendskar myndugleikum frá veiðibanninum, verður upplýst frá Vørn.


Málið er nú latið ákæruvaldinum, sum í løtuni skrivar eitt ákærurit. Avhoyringar vórðu gjørdar í gjár, og um eitt møguligt sektaruppskot verður góðtikið, so sleppa skipini væntandi avstað aftur beinanvegin.