Tað ber ikki til at gera samanberingar millum úrslitini í 2019 og úrslitini árini frammanundan.
Hetta veit skulablaðið.fo at siga.
Landsroyndin varð hildin í døgunum 29. og 30. apríl og 1. mai í 2019. 677 næmingar í 4. flokki og 647 næmingar í 6. flokki hava verið til landsroynd í 2019. Fyrsta royndardagin vóru ávísir tøkniligir trupulleikar, men veitarin megnaði tíbetur at loysa hesar trupulleikar. Eftir hetta gingu landsroyndirnar allar dagarnar uttan trupulleikar.
Tað ber ikki til at gera samanberingar millum úrslitini í 2019 og úrslitini árini frammanundan. Landsroyndin uppfyllir ikki fortreytirnar fyri at gera slíkar samanberingar, tí talan er um aðrar uppgávur og nýggja talgilda skipan.
Í frágreiðingini, sum er skrivað um landsroyndirnar, verður sagt, at landsroyndin í 2019 hevur sum heild eydnast væl. Í ár er fyrsta árið, at WISEflow-skipanin hevur verið nýtt í sambandi við landsroynd. Skúlar við framhaldsdeild kendu skipanina frá próvtøkunum í 9. og 10. flokki, og hinir skúlarnir høvdu ikki roynt skipanina áður, skrivar skulablaðið millum annað.
Tað er einki sum bendir á, at næmingarnir hava havt tøkniligar avbjóðingar í sambandi við landsroyndina.
Sambært úrslitunum hava fleiri næmingar ikki havt trupulleikar at loysa uppgávurnar. Hetta er galdandi fyri allar tríggjar lærugreinirnar, undantikið støddfrøði í 6. flokki og lutvíst í málførleika í 6. flokki. Tað er týdningarmikið, at differentieringin í uppgávunum hevur eitt so breitt spenni, at allir næmingarnir fáa hóskandi avbjóðingar.
Samumtikið verður hildið, at leisturin, í sambandi við fyrireikingina og fremjanina av landsroyndini í 2019, hevur verið góður. Samstarvið og samskiftið við skúlarnar hevur víst okkum, hvussu týdningarmikil hesin parturin er at fáa tingini at glíða uttan stórvegis hóvasták.
Í ár er níggjunda ferð, at landsroynd er hildin í 4. og 6. flokki í fólkaskúlanum. Fyrsta landsroyndin var í 2008. Vegna tekniskar trupulleikar hevur landsroynd ikki verið hildin árini 2017 og 2018, skrivar skulablaðið.fo.
Til ber at lesa frágreiðingina her:
Greinin kann lesast í fullari longd á www.skulabladid.fo