Runavíkin hevur givið upp

Uttan nakran skiftisleikara varð ov tungt hjá runavíkingum at fylgja við kollfirðingum, sum uttan av overva seg vunnu stórsigur

Manshondbóltur

Botnuppgerðin í bestu mansdeildini stóð á skránni í Hoyvíkarhøllini sunnudagin, tá tey bæði niðastu liðini á stigatalvuni hittust. Heitið var tó eitt sindur misvísandi, tí meðan Tjaldur er fullkomuliga avbyrgt í botninum, so er KÍF framvegis ikki so øgiliga langt frá liðunum, sum stríðast um bronsuna, og tí var einki at ivast í, hvat favorittleikluturin átti heima.

Eingin skiftisleikari
Og longu við dystarbyrjan var mest sum greitt, at runavíkingarnir ikki høvdu nakrar serliga ætlanir um at broyta hetta. Gaman í hevur Tjaldur av og á havt hug at arga ovaru liðini, og okkurt stigið er eisini komið til høldar. Men hesa ferð møttu teir upp við sjey leikarum, harav tveir vóru málverjan, og so er altso ikki tað stóra, sum roknast kann við.
Og hoyvíkingarnir mundu eisini skjótt ásanna, at hendan dagin fingu teir ein sjáldsama lættan sigur. Uttan at spíla seg út, ella seta ferðina óneyðuga nógv upp, hildu teir allan fyrra hálvleik eitt gott tak á gestunum, og tá møðin so gjørdi seg galdandi í seinna hálvleiki, kundi heimaliðið veruliga gera sær dælt.
Ferð eftir ferð vórðu mistøk framd í Tjaldur-álopinum, og tá orkan ella hugurin at renna heim ikki var soleiðis, sum tað átti at verið, og tó at Dejan Lachok er millum stinnasti málverjarnar í landinum, so fekk hann ikki einsamallur vart fyri hesum.

Lítið upp á seg
Við sigrinum tóku kollfirðingar seg eitt pláss upp á stigatalvuni, har teir nú eru á fimta plássinum. Sum kappingin er liðin, so er tað nú helst ov seint hjá teimum at leggja seg út í heiðursmerkjastríðið, men fyri tað kann liðið væl fáa onkra nyttu burtur úr eftirverandi dystunum. Fyrst og fremst á sálarliga økinum, har liðið í nógvum førum hevur liðið undir, at leikararnir ikki eru vanir við at vera á odda. Ein veikleiki, sum bert kann burturbeinast við at vinna fleiri dystir, og tað man fyrst og fremst vera hetta, sum leikararnir skulu hava í huga restina av árinum.
Hjá Tjaldri man restin av árinum hinvegin skula nýtast til at hugsa. At hugsa, hvørt liðið yvir høvur hevur nakað at gera í bestu mansdeildini. At leikararnir hava evnini til at gera seg galdandi, hava teir fleiri ferðir sýnt, men oftani er ilt at síggja nakran seriøsitet í avrikunum. Skal felagið vinna seg longur upp ímillum hini liðini í deildini, er fyrst og fremst neyðugt, at hondbóltsspælið verður tikið í størri álvara.

Dysturin í tølum
KÍF-Tjaldur 42-23 (15-12)
Máslkjúttar:
KÍF: Rógvi Weihe 8, Regin Petersen 8, Damir Oros 7(1), Hallur Hansen 4, Kristjan Madsen 4, Mirko Milenkovic 3, Gert Hansen 3, Vagnur Johannesen 3, Jónálvur Johannesen 1, Jákup Dam 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic 10, Mortan Hansen 6(2), Ragnar Olsen 3, Tórhallur Thomsen 2, Arnfinn Langgaard 2
Brotskøst: KÍF 1, Tjaldur 3
Útvísingar: KÍF 5, Tjaldur 3
Dómarar úr TB: Kári Niclasen & Birgir Dimon.