Rundstykkini eru bjargað allan sunnudagin á tamb

- Rundstykkini til familjumorgunmatin, blómutyssið til konuna og bensinið til bilin eru tryggjað, eisini allan sunnudagin

Upplatingartíðir

Vaknar tú seint ein sunnumorgun, er ongin vandi á ferð. Bæði rundstykkini til morgunmatin hjá familjuni, blómutyssið til konuna og bensinið til bilin eru bjargað.
Í evstu løtu broytti Løgtingið meining og avgjørdi, at handlar, sum bakarí, bensinsølur og blómuhandlar skulu eisini sleppa at hava opið sunnumorgnar ímillum klokkan 10 og 14.
Løgtingið hevur brúkt drúgva tíð upp á at finna útav, nær handlar skulu sleppa at hava opið.
Úrslitið var at nú kunnu allir vanligir handlar hava opið frá klokkan 6 á morgni til klokkan 11 á kvøldið frá mánadegi til leygarkvøld.
Men sunnudagar kunnu eisini bakarí, blómuhandlar og bensinstøðir hava opið fra klokkan 6-23, bara handlarnir ikki eru størri enn 250 fermetrar.
Annars var leingi upp á tal, at bakarí, blómuhandlar og bensinstøður skuldu vera noyddar at lata aftur sunnumorgnar ímillum klokkan 10 og 14.
Hetta varð vinnunevndin hjá løgtinginum samd um og tað varð eisini samtykt í tinginnum.
Men fyri at koma í gildið, skuldi lógin samtykkjast tvær ferðir.
Og áðrenn hon varð amtykt aðru ferð, var tað at Kristian Magnussen úr javnaðarflokkinum traðkaði til.
-- Tað vildi verið undarligt, at tú kanst fara inn á eina matstovu ein sunnudag ímillum klokkan 10 og 14 at keypa tær mat og øl og brennivín afturvið, men at tú ikki kanst fara til ein bakara at keypa tær eitt rundstykki, heldur hann.

Hevði sett okkum aftur í tíðina
Kristian Magnussen fekk sostatt Óla Breckmann úr fólkaflokkinum, Lisbeth L. Petersen úr sambandsflokkinum og Heidi Petersen úr tjóðveldisflokkinum, at leggja uppskot fyri tingið saman við sær um at fáa tingið at samtykkja, at bakarí, blómuhandlar og bensinstøðir eisini skulu sleppa at hava opið sunnudagar ímillum klokkan 10 og 14.
Og tað varð eisini samtykt.
- Eg havi búð í havn síðani í 1975 og tað hevur altíð borið til at keypa rundstykki sunnudagar, eisini ímillum klokkan 10 og 14. At forða fyri hesum nú, vildi verið at sett okkum aftur í tíðina og tað kann ikki vera ætlanin. Vit mugu eisini ansa eftir, hvussu tvørligt vit gera tað hjá fólki, tí her skal vera liviligt hjá øllum, eisini teimum, sum vilja hava rundstykki ein sunnudag ímillum klokkan 10 og 14, hóast tað kannt tykjast at vera eitt ógvuliga lítisvert mál.
- Tað vóru allar møguligar grundgevingar fyri at tað skuldi vera stongt ímillum klokkan 10 og 14 sunnudagar, men eg haldi, at alt botnaði í, at løgtingslimir hildu, at alt skuldi vera stongt í kirkjutíð, sigur Kristian Magnussen.
Men hann dugir ikki síggja, at tað er verri at keypa sær eitt rundstykki ein sunnumorgun enn tað er at standa á fótbóltsvøllinum nakrar fáar tímar seinni og rópa og skrála eftir einum fótbóltsliðið.
-- Eg havi eisini varhugan av nógv av teimum, sum atkvøddu fyri at at tað skuldi vera stongt ein part av sunnudegnum, høvdu ikki hugsað seg nóg væl um og angraðu tað, og tá ið málið so kom fyri aftur, atkvøddu tey fyri, at tað skuldi vera loyvt at hava opið.
Hann heldur, at tað er nógv greiðari, at tey, sum plaga at selja slíkar vørur, sleppa at halda fram við tí.
- Er tørvur á morgunbreyði sunnudagar ímillum klokkan 10 og 14, skulu fólk nokk finna útvegir fyri at nøkta tann tørvin. Tað kann enda við, at hotel og matstovur eisini fara at selja rundstykki ella tað kann enda viðå onkrum heilt øðrum. Tað er undir slíkum umstøðum, at hugflogið fer á flog og so er bara vandi fyri, at okkurt merkiligt kemur burturúr. So er tað betri, at tey, sum plaga at selja hesar vørur, eisini sleppa at gera tað sunnudagar ímillum klokkan 10 og 14, sigur Kristian Magnussen.