Russar hava lopið á keypsmiðstøð í Ukraina

Fyribils eru 14 fólk dripin og fleiri enn 90 eru særd. - Hetta er kyniskt og andstyggiligt, sigur ukrainski forsetin

Russar hava í dag lopið á eina keypsmiðstøð í ukrainska býnum, Kryvyi Rig, haðani forseti landsins, Volodymyr Zelensky, hevur sínar røtur. Býurin er fleiri ferðir álopin av russum síðan innrásina í 2022.

 

Seks børn eru millum tey særdu, sigur leiðarin fyri hernaðarumsitingini í økinum, Oleksandr Hanzha. Sagt verður, at støðan hjá 21 av teimum særdu er álvarslig, og millum hesi er eitt barn.

 

Úr Ukraina verður sagt, at eldur er í fleiri handlum í keypsmiðstøðini, og video-upptøkur vísa bjargingarfólk, sum hjálpa bløðandi fólki nærindis keypsmiðstøðini.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, finst á boðtænastuni X, fyrrverandi Twitter, harðliga at russiska atburðinum og sigur, at hetta er kyniskt og andstyggiligt.

 

- Hetta er eitt álop á eina vanliga keypsmiðstøð í Kryvyi Rig. Dronurnar komu í tveimum bylgjum - við einum hálvum tíma ímillum. Seinna álopið var ætlað at raka bjargingarfólkini, sigur ukrainski forsetin.