Dreymurin hjá Gunnari Vatnhamar var at hjálpa Víkingi Reykjavík at røkka deildarspælinum í Conference League áðrenn leiðin gongur til Vejle.
Tann dreymurin hongur nú í einum tunnum tráði.
Í fyrra røkk støkk dystinum á Víkinga-vøllinum í Reykjavík megnaði Víkingur Reykjavík ikki at liva upp til favorittleiklutin móti bosniska liðnum, Borac Banja Luka, ið vann dystin 3-1.
HER ber til frá Vísir/Støð2 at síggja málini, ið vóru skotin í dystinum.
Víkingur Reykjavík-Borac Banja Luka 1-3 (0-2)
0-1 Luka Juricic ('21 )
0-2 Milos Jojic ('23 )
1-2 Gylfi Þór Sigurðsson, br. ('75 )
1-3 Luka Juricic ('86 )
Komandi hóskvøld klokkan 19.30 verður returdysturin leiktur í Bosnia Hersogovina.
Fyri tveimum árum síðani vann Víkingur Reykjavík seg í deildarspælið í Conference League. Tað verður stórt vónbrot um tað ikki eydnast á hesum sinni.











