So er klárt til ókeypis Fish & Chips í heimsklassa frá JFK

Maskinurnar til Fish & Chips eru nú royndarkoyrdar, og alt gekk, sum tað skuldi – úrslitið er vælsmakkandi Fish & Chips í heimsklassa!

Alla vikuna hava fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin. JFK hevur havt fleiri fólk í arbeiði við at gera búðina klára til ókeypis Fish & Chips. Eisini hevur Mark Theaker frá Florigo verið í Klaksvík hesa vikuna og eftirkannað allar frityrurnar.

 

Jógvan Hansen frá JFK upplýsir, at kapasiteturin enn einaferð er útbygdur. Ein stór frityra er keypt, sum hevur munandi størri kapasitet enn tann, ið hevur verið nýtt áður. Hetta fer at stytta um bíðitíðina hjá fólki.

 

Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish & Chips-kokkar úr Onglandi, sum standa fyri at steikja vælsmakkandi matin, saman við fólki frá JFK, sum hava verið við í fleiri ár.

 

Royndir kokkar

 

Royndi enski kokkurin, Gavin Lewis, er enn einaferð tilreiðar at borðreiða upp ímóti 8.000 – 9.000 portiónum til vitjandi leygardagin. Hetta var áleið talið av portiónum, sum fóru yvir diskin í 2025.

 

Um Gavin kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin sum besti Newcomer Fish & Chips Shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum, Graig Lewis, sum var við á Sjómannadegnum í fjør. Honum bar tíverri ikki til at koma til Klaksvíkar í ár. Teir báðir hava verið fastir gestir á Sjómannadegnum í meira enn 10 ár.

 

Við sær hevur Gavin tveir fyrrverandi gestir, sum áður hava verið á Sjómannadegnum. Tað eru kokkarnir Telmo Diogo Martins Cerveira og Daniel Anthony Dance.

 

Young Fish Frier of the Year

 

Fjórði kokkurin er James Ellams, sum í 2026 vann virdu Drywite Young Fish Frier of the Year-kappingina í sambandi við National Fish & Chip Awards.

 

Hann umboðar Fish & Chips @ Weston Grove í Chester, Cheshire.

 

Heiðurin verður latin ungum Fish & Chips-kokkum, har tað millum annað verður mett um, hvussu væl teir hagreiða fiskin og deiggið, stýra hitanum á frityruni og annars duga at frityrusteikja.

 

Lata upp klokkan 13.00

 

Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan 13.00 leygardagin, og eins og undanfarin ár verður hildið á, til ikki fleiri fólk eru á økinum.

 

Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið.

 

Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini kann hvør persónur í mesta lagi fáa 4 portiónir.

 

Føroya Bjór bjóðar sodavatn ella vatn afturvið.

 

##med2##

 

Sjúkrahús og røktar- og eldraheim v.m. fáa eisini

 

Byrjað verður annars tíðliga leygarmorgunin at gera portiónir, sum verða latnar ókeypis til sjúkrahúsið, røktarheim, eldraheim og onnur heim í Klaksvík og nærumhvørvinum.

 

Saman við hesum portiónum letur Amarant eina dessert.