Longu dagin eftir, at Russland og Ukraina høvdu skrivað undir eina avtalu um útflutning av ukrainskum korni, er ikki líkt til, at russar ætla sær at halda avtaluna landanna millum.
Sambært ukrainskum myndugleikum hava russar í dag skotið rakettir eftir einari havn í ukrainska havnabýnum, Odessa, og havnin varð rakt í álopunum.
Avtalan millum londini fevnir eitt nú um, at útflutningurin av ukrainskum korni úr trimum ukrainskum havnum við Svartahavið verður tikin upp aftur, soleiðis at 22 miljónir tons kunnu sendast út í heim.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at endamálið við avtaluni millum Russland og Ukraina er at tálma altjóða mattrotinum í kjalarvørrinum av krígnum í Ukraina.
Men, sambært ukrainskum myndugleikum bendir álopið á týdningarmiklu havnina í Odessa ikki á, at Russland ætlar at halda hesa avtalu.