Stjórin í Bayern Munchen kemur í samarøðu við týskt blað við hørðum atfinningum ímóti russiskum vinnulívsmonnum, sum hava keypt fótbóltsfeløg seinastu árini. Kendastur av teimum man verða Roman Abramovic, sum eigur enska felagið Chelsea.
- Tað er púra ørt. Eg rokni við, at hetta er byrjanin til endan á fótbóltinum. Um hetta heldur fram, fara vit at siga farvæl til fótbóltin um 10 ár, sigur Uli Hoeness. - Eg havði ikki veri stoltur av at vinna Champions League, um eg samstundis misti 204 milliónir evrur (góð hálvonnur milliard), soleiðis sum Chelsea gjørdi seinasta kappingarár, sigur hann.