Russiska uttanríkisráðið: - Hetta er sjórán!

Tað var eftir boðum frá Naftogaz í Ukraina, sum er størsta almenna olju-og gassfelag í landinum, at norski rætturin gjørdi av at leggja hald á russiska skipið á Svalbard

Í russiska uttanríkisráðnum eru tey alt annað enn fegin um norsku avgerðina at leggja hald á russiska skipið, Professor Molchanov í Barentsburg á Svalbard.

 

- Hetta er sjórán, sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, í einari samrøðu við almennu russisku tíðindastovuna, Tass.

 

Hon leggur aftrat, at vesturheimurin við átakinum "normaliserar" piratvirksemi, sum hon rópar tað.

 

Í norska løgmálaráðnum verður sagt, at russiskir myndugleikar ikki fingu fráboðan um tøkuna av skipinum, áðrenn rætturin í Noregi hevði tikið sína avgerð í málinum.

 

Russiskir myndugleikar siga, at málið, sum er millum Naftogaz í Ukraina og Russland, hevur einki við Noreg at gera.

 

Norska løgmálaráðið sigur, at Russland - eftir at hald er lagt á skipið - kann krevja eina nýggja meting av málinum, og tað hava russar áður gjørt.

 

Russiska skipið Professor Molchanov liggur nú við bryggju í Barentsburg á Svalbard.

 

Russiska tíðindastovan Interfax endurgevur russiska ráðharran fyri menning í fjareystri og Arktis, Alexej Tsjekunkov, fyri at siga, at avgerðin hjá Noregi er enn eitt dømi um vestliga nihilismu og lógloysi, sum hann rópar tað.

 

Ráðharrin leggur aftrat, at Russland fer at kæra norsku avgerðina um at leggja hald á skipið. 

Tað var eftir boðum frá Naftogaz í Ukraina, sum er størsta almenna olju-og gassfelag í landinum, at norski rætturin gjørdi av at leggja hald á russiska skipið.