Russiskt álop á Ukraina - Nato-flogfør á veingjunum

- Flogfør eru á veingjunum, og loftverjuskipanir og radarskipanir eru í hægstu tilbúgving, skrivar pólska verjan á X

Bæði Pólland og fleiri sameind hava sent flogfør á veingirnar í samband við eitt russiskt álop á Ukraina í nátt.

 

Tað upplýsir herurin í Póllandi, samstundis sum sagt verður, at partar av pólskum loftrúmi eru stongd fyri flogferðslu.

- Flogfør eru á veingjunum, og loftverjuskipanir og radarskipanir eru í hægstu tilbúgving, skrivar pólska verjan á X, fyrrverandi Twitter.

 

Endamálið er fyribyrgjandi, og flogførini skulu tryggja loftrúmið og økir, sum liggja upp at Ukraina, sigur verjan.

 

Loftrúmið nærindis pólsku býunum, Lublin og Rzeszow, skuldi vera stongt til í minsta lagi klokkan 06 í morgun, lokala tíð.

 

Síðan Russland leyp á Ukraina fyri hálvum fjórða ári síðan, hevur Pólland sent flogfør á veingirnar nakrar ferðir - sum oftast í samband við russisk álop, sum hava verið nær pólska markinum.

 

Higartil eru ongar fráboðanir komnar um, at Russland í nátt hevur gjørt seg inn á pólskt loftrúm.

 

Myndin omanfyri er av hendingini, tá fleiri russiskar dronur herfyri endaðu inni í Póllandi og skaði stóðst á hús í Póllandi av leivdum av niðurskotnum dronum.