Næstan hvørja nátt kostar kríggið sivil mannalív

Russland og Ukraina leypa á hvørt annað. Fólk lata lív, og onnur gerast løstað

Ukrainski guvernørurin, Oleh Hryhorov

Í nátt eru fimm fólk særd í russiskum álopum á býin Sumy í Ukraina, veit guvernørurin í økinum, Oleh Hryhorov, at siga.

 

Hetta skrivar guvernørurin á boðtænastuni, Telegram, og tað er Reuters, sum endurgevur.

 

Lagt verður aftat, at íbúðarøkir eisini eru rakt í russiska bumbuálopinum í Sumy í nátt.

 

Sambært russiskum myndugleikum eru seks fólk dripin í ukrainskum dronuálopum í Russlandi.

 

Lokalir myndugleikar í Russlandi siga, at ukrainska dronuálopið rakti býin, Belgorod, og tað er Reuters, sum endurgevur.

Virkandi guvernørurin í Belgorod-regiónini, Alexander Shuvayev, hevur áður sagt, at trý fólk eisini vórðu dripin í ukrainskum álopum sunnunáttina.

 

- Umframt tey deyðu, eru 25 fólk særd í ukrainsku álopunum, harav tvey børn, leggur virkandi guvernørurin aftrat.

 

 

 

Ukrainski guvernørurin, Oleh Hryhorov