Á Vestmannadøgunum í ár fer Vestmanna kommuna aftur at heiðra ein persón ella felagsskap, sum hevur skarað framúr og gjørt ein serligan mun til gagns fyri onnur og fyri bygdina.
- Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin hin 5. september, tá kommunan fer at bjóða til morgunmat í ítróttahøllini.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at nú kunnu borgarar senda inn uppskot um, hvør eigur at fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa heiðurin.
Uppskot kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8 - ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo, og freistin at senda inn uppskot er mánadagin 24. august.
Vestmannadagarnir verða í døgunum 2. til 6. september.











