Nýggjastu hagtølini frá Akstovuni vísa, at frá januar til og við juli í ár eru 1.304 nýggj akfør skrásett. Sama tíðarskeið í 2025 vóru tey 1.155. Vøksturin er sostatt 12,9 prosent.
Serliga persónbilarnir gera mun. Higartil í ár eru 923 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum í mun til 849 fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. Tað eru 74 fleiri, svarandi til ein vøkstur upp á 8,7 prosent.
Eisini er stórur vøkstur í søluni av viðfestivognum. 83 eru skrásettir í ár í mun til 66 í fjør. Talið av nýggjum vøruvognum er farið úr 163 upp í 185.
49 nýggj prutl eru skrásett higartil í ár í mun til 35 í fjør, meðan 16 nýggj lendisakfør eru skrásett í mun til níggju í fjør.
Bara í juli vórðu 138 nýggj akfør skrásett. Í juli í fjør vóru tey 125. Tað svarar til ein vøkstur upp á góð 10 prosent. Persónbilarnir vóru tó eitt vet færri í juli í ár – 65 í mun til 68 í juli í fjør.











