Russland sigur seg stúra - álvarsliga - fyri øktu hjáveruni hjá Nato í Grønlandi.
Tað sigur russiska sendistovan í Belgia, har Nato-høvuðssætið er, og hetta sigur sendistovan í einari fráboðan sambært tíðindastovuni AFP.
- Tað, sum gongur fyri seg í høga norðri, hevur stóran áhuga fyri okkum, stendur í fráboðanini hjá russisku sendistovuni.
Russiski sendimaðurin í Danmark, Vladimir Barbin, skrivar í viðmerking til Ritzau, at við at draga Nato til Grønlands, stuðlar Danmark "konfronterandi tilgongdum", sum hann tekur til.
- Danmark er fullveldisríki í sínum avgerðum í málum, sum snúgva seg um trygdina á sínum øki. Men, við at draga Nato til Grønlands og Arktis, stuðlar Danmark upp undir stríð.
Lagt verður aftrat, at hetta stuðlar eisini uppundir øktan hernaðarligan spenning í økinum.
Russiski sendimaðurin, Vladimir Barbin, heldur, at altjóða trygd, eisini í Arktis, bert kann vera kollektiv, og hann heldur, at øll arktisk lond skulu luttaka í skapanini av økinum.
Sermitsiaq, sum skrivar um málið, sigur, at arktisku ríkini, umframt at fevna um danska kongaríkið, eisini eru USA, Kanada, Finnland, Noreg, Svøríki, Ísland og Russland.











