Russland vann 37-16

Russland-Føroyar 37-16 (19-7)

 

Málskjúttar Føroyar: Tróndur Kragesteen 5, Finnur Hansson 4, Carl Herup Olsen 3, Regin Joensen 2, Janus Einar Sørensen 2

 

2 min. útvísing: Janus Sørensen

 

Mótstøðan varð øðilig, og søguliga er kanska talan um besta mótstøðuliðið føroyingar hava spælt ímóti. Tí er tað burtur úr vón og viti at krevja stig ímóti Russlandi. Men ein situr eftir við kensluni, at hevði samskiftið verið betri, serliga í álopspartinum, og høvdu færri bóltar verið sløsaðir burtur, so kundi verið talan um eitt veruliga heiðurligt tap. Men glottar vóru í dag. Verjan arbeiddi hart, og Levi Nybo og Jens Skipagøtu høvdu nakrar góðar bjargingar, m.a. bjargaði Jens einum brotskasti. Tróndur Kragesteen skeyt eisini fimm góð mál, og í 2. hálvleiki kom Carl Herup Olsen inn og tók ábyrgd, og fekk hann 3 mál. So kann ein bara gita hvussu hevði verið, um Heini Hanusarson hevði verið við. Føroyar spæla í Italia sunnudagin. Italiumenn eru langt frá líka stinnir í hondbólti, sum í fótbólti ella flogbólti, men uppgávan verður ríkiliga stór. Men við dystum ímóti Russlandi, Serbia og Bosnia er føroyska liðið væl sparrað til hesa uppgávuna.