Tað segði aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, undan fundi við verjumálaráðharrunum í verjusamgonguni mikudagin.
– Hetta er av summum lýst sum um, at USA vendir sínum sameindu baki. Men soleiðis er ikki, segði Rutte.
USA boðaði í síðsta mánaði frá, at landið fer at minka um tær hernaðarligu førleikarnar, sum eru settir av til Nato í kreppustøðum. Sambært Rutte fara evropeisku Nato-londini í staðin at lata fleiri herdeildir til samgonguna.











