Rúna Sivertsen
www.runa.fo
????????
Ein serstakliga týðandi partur av arbeiðnum hjá føroysku fólkatingslimunum er at hjálpa einstakling-um, sum av eini ella aðrari orsøk eru endaði í eini blindgøtu. Tað kunnu verða trupulleikar av ymiskum slag, eitt nú í samband við lestur ella uppihaldsloyvi. Fólktingsumboðini hava status, sum ger at tey kunna lata hurðar upp, sum annars eru ógjørligar at koma ígjøgnum. Tí hevur tað stóran týdning, at tú velur eitt umboð í fólkatingið, sum tú veitst fer at leggja orku í og megnar hesa uppgávu.
Vit mugu hava eitt árvakið eyga við tí, sum hendir í danska lógarar-beiðnum! Tað, sum fólkatingið samtykkir, hevur oftast stóra ávirkan á føroysk viðurskifti. Tá hava fólka-tingsumboðini møguleikan at gera sína ávirkan galdandi við at upplýsa um okkara siðir og mentan.
Hóast samráðingarnar um ríkisfelagsskapin ganga millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina, so hava fólkatingsumboðini kortini góðan møguleika at gera sína ávirkan galdandi. Tað forstáilsi, sum skal til, um gott úrslit skal spyrjast burturúr, kunnu fólkatingsumboðini verða við til at skapa.
Vel fólkaflokkin, og tú kanst líta á, at Føroyar fáa eina umboðan á fólkatingi, sum við síni ávirkan vil fremja semjur og úrlsit, heldur enn stríð og darv.