Ryanair væntar munandi lægri ferðaseðlaprísir í summar

Ein miðal ferðaseðil var 15 prosent bíligari fyrsta ársfjórðing enn somu tíð í fjør

Tá Ryanair legði fram ársroknskapin fyri 2023/2024 í mai, segði stjórin í felagnum, Michael O’Leary, at hann undraðist eitt sindur á, at prísirnir ikki høvdu verið hægri. (Savnsmynd). - Mynd: Stephane Mahe/Reuters

Írska flogfelagið Ryanair væntar, at ferðaseðlaprísirnir í juli, august og september verða "munandi" lægri enn í fjør summar.

Tað skrivar Ryanair í sambandi við teirra roknskap fyri fyrsta ársfjórðing.

Her kemur fram, at ein miðalflogferð í fyrsta ársfjórðingi í ár var 15 prosent bíligari enn í 2023. Hetta kemst millum annað av, at páskirnar í ár vóru í mars og eru tí ikki partur av fyrsta ársfjórðingi, skrivar felagið .

Roknskaparárið hjá Ryanair endar síðst í mars.

Fyrsta ársfjórðing hevði Ryanair eitt avlop á 3,63 milliardir evrur, svarandi til 27 milliardir krónur. Tað var umleið eitt prosent lægri enn fyrsta ársfjórðing 2023.

Inntøkurnar minkaðu hóast ferðafólkatalið vaks tíggju prosent til 55,5 milliónir í ársfjórðinginum.

Tá Ryanair legði fram ársroknskapin fyri 2023/2024 í mai, segði stjórin í felagnum, Michael O’Leary, at hann undraðist eitt sindur á, at prísirnir ikki høvdu verið hægri.

Hann segði seg eisini vera til reiðar at skerja ferðaseðlarnar fyri at fylla flogførini í apríl, mai og juni.

Seinkingar í leveringum av flogførum og trupulleikar við eykalutum hava avmarkað ferðirnar í Evropa. Hetta hevur havt við sær, at væntanir áður hava verið í flogvinnuni um, at prísirnir fóru at hækka.

Fyrsta ársfjórðing var avlopið hjá Ryanair 360 milliónir evrur, sum svarar til umleið 2,7 milliardir danskar krónur. Hetta er ein minking upp á 46 prosent í mun til fyrsta ársfjórðing 2023.

Lækkaðu inntøkurnar stava í høvuðsheitum frá lægri ferðaseðlaprísum, vísir Jacob Pedersen á, sum er leiðari fyri partabrævagreining í Sydbank og millum annað fylgir flogvinnuni.

- Roknskapurin leggur dent á gongdina, sum vit hava sæð hjá bæði Norwegian og Lufthansa, nevniliga at hugurin at ferðast er komin eitt gear niður - og tað merkir prísfall í ferðaseðlum, sum fá væntaðu - og harvið lægri inntøkur, skrivar hann í viðmerking til roknskapin.

 

/ritzau/

 

Tá Ryanair legði fram ársroknskapin fyri 2023/2024 í mai, segði stjórin í felagnum, Michael O’Leary, at hann undraðist eitt sindur á, at prísirnir ikki høvdu verið hægri. (Savnsmynd). - Mynd: Stephane Mahe/Reuters