Sámal og Jóhannes konsert í Havn og Runavík

Sámal Petersen og Jóhannes Andreasen hava konsert í Runavík í kvøld og í Havn sunnudagin

Eirikur Lindenskov


Kunningarstovan í Eysturoy boðar frá, at Konsertfelagið skipar fyri konsert við Sámal Petersen og Jóhannes Andreassen verður í býráðshøllini í Runavík kvøld klokkan 20:30.

Sunnudagin klokkan 16 verður seinna konsertin við teimum báðum í Læraraskúlahøllini í Havn.

Á skránni á konsertunum eru verk frá barokktíðini, m. a. eftir Bach og Händel.

Sámal Petersen, sum er 35 ára gamal, hevur gingið á musikkskúla í Wien í Eysturíki og Odense. Hann hevur undirvíst í violin síðani 1995 - og undirvísir hann eftir kendu Susuki skipanini. Sámal er konsertmeistari hjá Føroya Symfoniorkestri og spælir við vælkenda kamarorkestrinum, Aldubáruni.

Jóhannes Andreassen hevur eisini gingið á musikkskúla í Wien í Eysturríki. Eisini hevur hann lisið í London. Í eitt trý ára skeið hevði Jóannes um hendi klaverfylgispæl við musikkskúlan í Kópavági í Íslandi. Hann hevur við jøvnum millumbilum síðani 1986 undirvíst í klaverspæli í Musikkskúla Føroya. Eins og Sámal spælir Jóhannes eisini við Aldubáruni.

Báðir hava teir eisini havt fleiri framførslur uttanlands og verða roknaðir sum tveir av okkara dugnaligastu tónleikarum.