##med2##
Ígjár var Símun Samuelsen við til at tryggja næstbesta liðnum hjá AB eitt gott stig móti B36 á ovara vølli í Gundadali, tá AB stríddi seg til javnleik 2-2.
Í kvøld sá Símun Samuelsen sum venjari besta liðið hjá AB tapa 0-4 móti besta liðnum hjá B36.
Símun staðfestir, at B36 var nógv tað betra liðið, og sigurin var ruddiliga uppiborin.
AB – B36 0-4 (0-1)
0-1: Michal Przybylski 10.
0-2: Árni Frederiksberg 46.
0-3: Sebastian Pingel 66.
0-4: Meinhard E. Olsen 86.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Símun Samuelsen aftaná dystin.
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum fýra málunum B36 fekk móti AB. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við Michal Przybylski hjá B36.