Tað bry?tur í bæði borð í fíggjarheiminum, og líkt er til, at hann hevur øtlað veðrið í seinastuni.
Fíggjarkreppan, ið byrjaði í USA sum ein sub-prime kreppa, dregur nú síni myrku spor gjøgnum Danmark eisini. Higartil hevur kreppan serliga rakt fimm danskar bankar; allir eru teir uppkeyptir ella hava fingið gjaldføri, móti at teir verða settir til sølu. Og flestu danskir bankar hava – eins og bankar kring allan knøttin - í hesum døgum eina sera torføra gjaldførisstøðu, tí vanligu peningamarknaðirnir ikki virka í løtuni.
Amerikanski og europeiski tjóðbankin hava longu tryggjað bankum í ávikavist USA og evru-økinum gjaldføri, og danski Tjóðbankin hevur somuleiðis havt ein virknan leiklut í at finna loysnir fyri teir bankar, ið higartil hava fingið trupulleikar. Eisini hevur Tjóðbankin sett í verk eina skipan, har bankar kunnu útgeva lánsbrøv, sum kunnu endurfíggjast í Tjóðbankanum og sum tí eru gjaldførisskapandi.
Hóast fíggjarkreppan helst er tann ringasta síðani 1929, so er vert at geva gætur, at higartil hava ongir innskjótarar mist pening, hóast fimm danskir peningastovnar hava verið í trupulleikum! Og út frá tí er ikki væntandi, at innskjótarar fara at missa pening! Tey, ið higartil hava mist, eru partaeigarar og í ávísum førum teir lánveitarar, ið hava veitt neyðlíðandi bankunum ábyrgdarpening. Men tað er kortini nóg ringt!
Neilig umrøða í føroysku miðlunum
Í sambandi við fíggjarkreppuna hevur Eik Banki verið á breddanum í føroyskum fjølmiðlum seinastu tíðina. Soleiðis var eisini ty?sdagin 23. september 2008. Fokus hjá fjølmiðlunum var m.a. á, at kursurin hjá bankanum er lækkaður síðani børsskrásetingina í juli í fjør. Í Degi og Viku varð eisini ivi sáddur um virksemið hjá Eik sum heild.
Í hesi sjónvarpssending setti verturin fleiri ferðir einum “serfrøðingi” spurningar, ið beinleiðis snúðu seg um Eik Banka. Tað, sum undrar meg, er, at Eik Banki ikki fekk høvi at vera til staðar og svara spurningunum. Ja, eg gjørdist ikki sørt skakkur, at ein fjølmiðil kann umrøða so viðkvom evni á ein so ábyrgdarleysan hátt!
Meginparturin av tí, sum er komið í føroysku fjølmiðlarnar, hevur sínar røtur í donsku fjølmiðlunum, ið aftur og aftur – og eftir okkara tykki ógrundað - hava nevnt Eik Banka millum teir bankarnar, sum kanska hava stóran váða við sær.
Roykur uttan brand í Danmark
Hetta byrjaði alt við, at Børsen sáddi iva um útlánini hjá “islandske Eik Bank”, tí kursurin á okkara partabrævi var fallin eins nógv og kursurin á Roskilde Bank-partabrævinum. Blaðfólkið hevði ikki so mikið sum sett seg inn í, hvar Eik Banki var heimahoyrandi, tíðansheldur hvussu stórur tapsváðin var í okkara útlánum. Okkara partabræv var tá komið niður á sama støði - mett upp á kurs/innaravirði - sum Danske Bank. So um nakað hald var í greinini, skuldi blaðmaðurin samstundis sett spurnartekin við Danske Bank. Tað gjørdi hann tó ikki.
Aðrar greinar hava snúð seg um bankar, sum hava havt sera stóran útlánsvøkstur, og aftur har hevur Eik Banki verið nevndur. Trupulleikin er bert, at tá journalistarnir samanbera við hinar bankarnar í Danmark, gloyma teir, at útlánsvøksturin hjá Eik Banka í 2007 í stóran mun stavaði frá, at Eik Banki keypti SkandiaBanken og deildina hjá Kaupthing í Føroyum.
Donsku fjølmiðlarnir hava eisini nevnt Eik Banka millum bankar, sum hava veitt nógv útlán til vinnuliga fígging av fastognum. Faktum er, at Eik-samtakið hevur 6,8% av sínum útlánum í fastognarprojektum, t.e. byggiverkætlanum og í bygningum, sum vera umbygdir. Uml. 20% av lánunum eru í fastognum, sum annaðhvørt eru útleigaðar ella verða ny?ttar av tí, sum eigur fastognina – t.d. har vit hava fíggjað virkisbygningar. Hetta er rættiliga avmarkað í mun til teir bankar, ið samanborið verður við.
Loksins kom dømið við Stones Invest. Har varð Eik Banki nevndur saman við einum fimm øðrum bankum, og sagt varð í sama viðfangi, at Stones skyldaði omanfyri 4 mia. kr., harav tær 2,5 mia. kr. vóru uttan nakrar trygdir. So kundi lesarin gita, hvussu nógv hvør av navngivnu bankunum hevði lánt Stones Invest.
Faktum var og er, at Eik Bank Danmark hevur veitt felagnum Stones Invest lán upp á tilsamans 99 mio. kr. við veð í tveimum fastognum, har avtala fyriliggur um sølu. Við støðið í ny?ggjum eksternum virðismetingum av fastognunum liggur veðið hjá Eik Bank Danmark innan fyri ávikavíst 80% og 95% av virðismetingunum. Vit vænta soleiðis ikki tap av ty?dningi av hesum útlánum.
So aftur her var roykur uttan brand - íspunnin av yvirskriftsglaðum journalistum á Børsen, sum ikki seta seg inn í veruligu viðurskiftini og púra ókeypis spjaða ótta millum fólk. Og tað selur!
Sethúsafígging ty?ðandi partur av útlánunum
Fyri at gera myndina eitt sindur meira fullkomna kann eg skoyta uppí, at danskir peningastovnar hava vanliga ongi ella sera fá útlán við fyrsta veðrætti í sethúsum. Hetta tí, at realkredittlán eru mest vanligi hátturin at fíggja bústaðir í Danmark.
Eik Banki harafturímóti, hevur lutfalsliga stóran part av sínum útlánum veitt við tryggum fyrsta veðrættum í bústøðum, bæði í Føroyum og í Danmark. Í Føroyum stavar hetta frá, at hetta higartil hevur verið vanligasti hátturin at fíggja sethús. Í Danmark stavar hetta frá, at SkandiaBanken, sum nú er partur av Eik Bank Danmark, hevði sera gott gjaldføri, tí hann hevði nógv innlán. Hetta gjaldførið veitti hann í høvuðsheitum sum fyrsta veðrættarlán í kapping við donsku realkredittfeløgini. Her er talan um lán við sera lítlum tapsváða.
Donsku fjølmiðlarnir taka, tá teir samanbera Eik Banka við danskar peningastovnar, heldur ikki hædd fyri hesum veruleika!
Eik offur fyri íslendsku sjúku í Danmark?
Danskir fjølmiðlar hava leingi havt eitt ilt eyga til íslendskar peningastovnar, og tað letur til, at teir heldur ikki tola, at pinkulandið Føroyar roynir veingirnar í Danmark.
Tað at vera føroyskur letur til at stempla okkum frammanundan í donsku pressuni sum “váðafullan”, “suspektan” og hvørji onnur orð, donsku fjølmiðlafólkini hava ny?tt um okkum.
Eg havi eina greiða kenslu av, at negativa umrøðan av Eik Banka í føroysku fjølmiðlunum stavar frá negativu umrøðuni í donsku fjølmiðlunum. Flestu føroysku fjølmiðlarnir eru eftir øllum at døma tíverri ikki nóg at sær komnir at hava sín egna tíðindaflutning.
Váðaspjaðing er ein styrki
Einasta einstaka sjálvstøðuga meining, eg havi sæð í føroysku fjølmiðlunum, var ein
serfrøðingur ið úttalaði seg um, hví Eik Banka-partabrævið er fallið meira enn Føroya Banka-partabrævið.
Hesin vildi vera við, at tað er tí, at Eik Banki hevur virksemi í Danmark, sum skuldi vera meira váðiligt enn virksemið í Føroyum.
Sum nevnt omanfyri eru útlánini hjá Eik Banka væl spjadd, bæði millum vinnugreinar og landafrøðiliga. Vit hava roynt at lagt eggini í fleiri kurvar og eru ikki bert tengdir at einum einstøkum landafrøðiligum marknaði. Váðaspjaðing meta vit sum eina styrki!
Opinleiki er eitt krav
Hóast fólk vanliga halda, at bankar eru afturlatnir, so skal Eik Banki sum børsskrásett fyritøka fylgja strongum krøvum um opinleika.
Um okkurt ty?ðandi, ið kann ávirka partabrævakursin skuldi stungið seg upp, skulu vit beinanvegin kunna á børsinum, og harvið fær almenningurin skjót og greið boð.
Harvið kunnu fólk og fjølmiðlar rokna við og líta á at fáa allar ty?ðandi upply?singar. Hetta hevur tann fyrimun, at tað slepst undan at gita seg til, hvat fer fram.
Ongin slík fráboðan er komin frá Eik, og tað merkir, at onki ty?ðandi, ið kann væntast at ávirka kursin ella úrslitið hjá Eik, er hent.
Fakta fram um illgitingar, takk
Frá okkara síðu fer ein innilig áheitan á tykkum, sum stíla fyri og arbeiða í fjølmiðlunum, um at halda tykkum frá at gita, illgita og bera leysasøgur.
Eisini heita vit á tykkum um at geva Eik møguleika at gera viðmerkingar, tá tit bera tíðindi, sum kunnu skaða virksemi ella umdømi bankans.
Henda áheitan er neyvan annað enn rímilig og í grundini í fullum samsvari við tað, ið væntast má av grundleggjandi journalistikki.