Í fjør og í fyrraárið vann Víkingur FM. Nógvu tey seinastu árini hevur liðið í Eysturkommunu verið við til at seta dám á kappingina um løgmanssteypið.
Hvussu tað verður við FM kappingini í ár, fer tíðin at vísa. Nú er tað greitt, at leikluturin hjá Víkingi í ársins steypakapping bara var í einum dysti. Víkingur hevði frí í fyrsta umfari. Í dag átti Víkingur heimavøll í fjórðingsfinaluni, og heimaliðið varð roknað at vera favorittur.
Suðringar vildu tað heilt øðrvísi. Í fyrsta umfari varpaðu Suðringar KÍ úr kappingini, og í dag hava Suðringar vunnið 2-0 ímóti Víkingi í Sarpugerði.
Serliga eftir steðgin vístu Suðringar fínt fótbóltsspæl, og tað eydnaðist at vinna úrtøku ikki minni enn tvær ferðir.
Stefan Radosavljevic skoraði fyrra málið, tá ið hann lyfti bóltin uppum Elias Ramussen í Víkinga málinum, og fram ímóti dystarenda var tað innskifti Teitur Krosslá Mortensen, sum eftir Víkinga horna og skjótt mótálop setti bóltin millum beinini á Víkinga málverjanum.
At Suðringar hava tryggjað sær pláss í hálvfinaluni er søguligt. Hetta er fyrsta ferðin, at Suðringar hava tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Í gjárkvøldið kvalifiseraði AB seg at spæla hálvfinalu, tá ið tað eftir longda leiktíð og brotssparkskapping endaði 5-3 ímóti EB/Streymi.
Seinnapartin vann B36 2-0 ímóti Skála, sum beinanvegin gjørdi sjálvmál. Lukasz Cieslewicz, sum nú er væl upplagdur, økti miðskeiðis í fyrra hálvleiki til 2-0. Skála fótaði sær, men tað eydnaðist ikki skálamonnum at skora málið, sum kundi borið spenning við sær.
Í kvøld vann HB 6-0 ímóti B71. HB skoraði tvey mál beinanvegin, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
Merkisvert var tað, at tað síðstu løtuna vóru tríggir sandoyingar á HB liðnum: Ari Mohr Olsen og Aron Clementsen, sum vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki, og Dan í Soylu, sum spældi alla tíðina og var tvífaldur málskjútti.
Beinleiðis frásøgnina frá dystunum í dag ber tað til at lesa her
http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/b36-og-skala-hava-skift-fleiri-spaelarar/
B36 – Skála 2-0 (2-0)
1-0: sjálvmál 4.
2-0: Lukasz Cieslewicz 21.
Dómari: Lars Müller
B36: Trygvi Askham – Benjamins Heinesen, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard –Eli Falkvard Nielsen, Hugin Samuelsen (Magnus Holm Jacobsen, 46.) - Hannes Agnarsson (Sámal Jákup Jóhannusarson, 87.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen (Erlendur Magnusson, 46.) – Kaimar Saag
Gult kort: Lukasz Cieslewicz
Venjari: Jákup á Borg
Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Ahmed Mujdragic, Bárður Danielsen (Andreas Egeberg Jacobsen, 71.) – Niels Pauli Danielsen (Ólavur Mikkelsen, 46.), Pætur Dam Jacbobsen, Teitur R. Joensen – Edvin Jakobsen, Brian Jakobsen, Heðin Klakstein (Jannik Olsen, 79.)
Gult kort: Heðin Klakstein
Venjari: Eyðun Klakstein
Víkingur – Suðringar 0-2 (0-0)
0-1: Stefan Radosavljevic 58.
0-2: Teitur Krosslá Poulsen 86.
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Elias Rasmussen – Atli Gregersen, Dennis Nieblas, Adrian Cascaval - Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Tonni Thomsen (Hans Jákup Lervig, 59.), Heðin Hansen (Magnus Heinason, 83.), Hanus Jacobsen – Andreas Lava Olsen, Adeshina Lawal (Philip Djordjevic, 46.)
Gult kort: eingin
Venjari: Maurice Ross
Suðringar: Milos Budakovic – Rani Johansen (Isaac Shaze, 38.), Dennis Rasmussen Nielsen, Teitur J. Olsen, Eirikur Magnusarson, Ibrahim Arifovic – John Villi Wøldike Leo – Heri Kjærbo, Salmundur Bech, Stefan Radosavljevic (Teitur Krosslá Mortensen, 67.) – Búi Egilsson
Gult kort: Milos Budakovic
Venjari: Glenn Ståhl
HB – B71 6-0 (3-0)
1-0: Adrian Justinussen 4.
2-0: Jógvan Skeel Nolsøe 6.
3-0: Jógvan Skeel Nolsøe 45.
4-0: Dan í Soylu 51.
5-0: Aleksandar Stankov br 67.
6-0: Dan í Soylu 82.
Dómari: Bjarki Danielsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Hjalti Kárason Djurhuus, Lasse Thillitz Andersen, Daniel Johansen – Adrian Justinussen (Niklas T. Kruse, 60.), Dan í Soylu, Brynjar Hlöðversson, Símun Samuelsen – Dan í Soylu, Jógvan Skeel Nolsøe (Ari Mohr Olsen, 60.), Aleksandar Stankov (Aron Clementsen, 70.)
Gult kort: Jógvan Skeel Nolsøe, Lasse Thilitz Andersen
Venjari: Heimir Guðjónsson
B71: Petur Drangberg Petersen – Jógvan Drangberg, Tummas Pauli Olsen, Hákun Skoubo Dalsgaard, Eirikur Jacobsen (Rani Nicolajsen, 65.), Marcus Clementsen, Gunnar Lydersen (Jóhan Hendrik Lydersen, 75.), Símin Hansen, Allan G. Tungá, Tijani Mohammed (Sverri Dalsgaard, 78.), Bakary Bojang
Gult kort: Símin Hansen, Gunnar Lydersen, Jógvan Drangberg
Venjari: Símin Hansen
Í gjár
AB - EB/Streymur 2-2 (0-2) brotssparkskapping 3-1
0-1: Pætur J. Petersen 2.
0-2: Rógvi Egilstoft Nielsen 41.
1-2: Tóki á Lofti 48.
2-2: Sørin Samuelsen 83.
Brotssparkskapping
EB/Streymur leggur fyri.
0-1: Ragnar Danielsen
1-1: Bárður Olsen
1-1: Marni Djurhuus sendir bóltin á samankomingina
2-1: Jónas Stenberg
2-1: Rói H. Olsen sendir bóltin uppum málið
3-1: Tóki á Lofti
3-1: Pætur J. Petersen roynir seg, og Heðin Stenberg í AB málinum bjargar
Dómari: Petur Reinert
AB: Heðin Stenberg – Jákup Pauli Breckmann, Sørin N. Samuelsen, Árni G. Olsen, Jónas Stenberg – Bárður Olsen, Bjarki Skála (Beinir Henriksen, 77.) - Tóki á Lofti, Rasmus Dan Sørensen (Filip í Liða, 43.), Bjarki C. Nielsen – Bartal S. Petersen (Teitur D. Olsen, 63.)
Gult kort: Bjarni Skála, Jákup Pauli Breckmann
Venjari: Sorin Anghel
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar Danielsen, Oddur Á. Højgaard (Andras Olsen, 46.), Petur Zachariasen, Gestur B. Dam – Marni Djurhuus, Arnar Dam (Rói H. Olsen, 60.) – Pætur J. Petersen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Hans Pauli Samuelsen - Ari Ó. Ellingsgaard (Arnbjørn Hansen, 86.)
Gult kort: Rói H. Olsen, Gestur B. Dam
Venjari: Heðin Askham