Sambandsflokkurin vildi lækka blokkin 60 milliónir

Sambandsflokkurin vendi aftur og góðtók at lækka donsku ríkisveitingina við 60 milliónum hetta valskeiðið

Tað var ríkisveitingin úr Danmark, sum gjørdi, at samráðingarnar slitnaðu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Tað var ein ósemja millum Framsókn og Sambandsflokkin, sum gjørdi, at Framsókn meldaði pass.

 

Sum skilst vildi Framsókn lækka blokkin 30 milliónir krónur um árið. Tað kundi Sambandsflokkurin ikki góðtaka, men bjóðaði sær til at góðtaka at lækka ríkisveitingina við 40 milliónum í einum høggi.

 

Tað helt Framsókn vera ov lítið, men vildi góðtaka, at ríkisveitingin minkaði við 60 milliónum í einum høggi. Hesum uppskoti havnaði Sambandsflokkurin.

 

So fóru tey hvør til sítt, og Framsókn vendi aftur og segði, at tey tóku seg úr samráðingunum.

 

Roynt var at finna eina neyðsemju, men tað eydnaðist ikki, tí kravið frá Framsókn var ófrávíkiligt.

 

Sum in.fo skilir frá keldum, so vendi Bárður á Steig Nielsen aftur til Framsókn seinni um kvøldið og boðaði frá, at Sambandsflokkurin kortini tók undir við at lækka ríkisveitingina 60 milliónir krónur í valsekeiðnum.

 

Tað undirbyggir eisini hesi tíðindi, at Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, var frammi í gjár og segði, at tað ikki var ósemja um at lækka ríkisveitingina, sum gjørdi, at samráðingarnar endaðu.

 

Málið um at lækka ríkisveitingina er eisini ein partur av samráðingunum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, men sum skilt eru tey ikki komin til tað málið enn. Kravið er nú eitt sindur hægri, men sum skilt er tað serliga Framsókn, sum trýstir á tann vegin.

 

Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt frá Javnaðarflokkinum um, hvussu nógv hann er sinnaður at lækka ríkisveitingina. Men tá Sambandsflokkurin er sinnaður at lækka ríkisveitingina 15 milliónir um árið í fýra ár, so man Javnaðarflokkurin kunna liva við eini lækking, sum er á tí støði ella eitt sindur hægri.

 

Og sum samráðingarfólk siga. Vit hava eina fíggjarlóg upp á 6,2 milliardir krónur, so um blokkurin minkar 15 ella 20 milliónir um árið, so verður tað ikki tað, sum koppar landskassanum.