Politikkur
Eysturoyggin hevur leingi verið kend sum eitt av teimum valdømunum, har Sambandsflokkurin vanliga plagar at klára seg væl. Sambandsfólk í oynni hava nú mannað valevnalistan hjá teimum til komandi løgtingsval.
Átta nøvn standa á listanum, harav fýra hava ikki verið uppstillaði áður. Hini fýra á listanum teljast tó millum tann meira royndu politikararnar í landinum. Veteranurin Jákup E. Lamhauge stillar uppaftur hesaferð saman við so kendum monnum sum Edmund Joensen, Alfred Olsen og Atla Hansen.
Hini fýra eru øll nýggj í landspolitikki. Ein teirra, Edva Jacobsen, stillaði upp til Fólkatingsvalið fyri Sambandsflokkin.
Fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmaðuri Johannes Martin Olsen stillar ikki upp hesaferð.
Við seinasta løgtingsval fekk Sambandsflokkurin 1.533 atkvøður í Eysturoynni, og tveir tingmenn valdar.
Listin sær sostatt soleiðis út:
Atli Hansen, Norðragøta
Edva Jacobsen, Fuglafjørður
Edmund Joensen, Oyrarbakki
Tummar Eli Høj Joensen, Strendur
Jákup E. Lamhauge, Saltangará
Marja Lamhauge, Lambareiði
Reimund Langgard, Leirvík
Alfred Olsen, Saltnes
Løgtingsval verður mest sannlíkt 30. apríl.