Samgongan okrar láglønt

Okkara skattaskipan hevur til fyri 4 árum síðani verið sosialt innrættað. Tær hægstu inntøkurnar hava verið hart skattaðar til fyrimuns fyri tær lægstu inntøkurnar. Hetta hevur uppihildið eini ávísari javnvág millum fólk, og hevur hildið gjónni millum hálønt og láglønt í skák. Men so komu "skattareformatorarnir" á vøllin og tóku grundarlagið undan hesi sunnu skipan. Úrslitið er, at tey við vanligari arbeiðsmannainntøku standa spyrjandi og hava trupult við at fáa gerandisdagin at ganga upp, meðan tey við hægri inntøkunum hava enn meiri eftir til egna nýtslu

Hví er alt so dýrt??Dagliga fílast fólk á, at alt er vorðið so dýrt. Svarið er ikki bara, at kornprísirnir á heimsmarknaðinum eru farnir upp. Svarið er eisini at finna á heimavølli. Veruleikin er, at umleggingin av skattastiganum saman við størri inngjaldi í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin er við til at trýsta prísirnar upp. Og tá prísirnir fara upp, fer mvg-avgjaldið eisini upp. Verandi landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur kallað mvg-avgjaldið fyri "degressivan" skatt. Degressivur skattur snýr seg um, at øll skulu gjalda sama krónutal í skatti, uttan mun til inntøku. Mvg'ið av einum breyði er tað sama fyri øll, uttan mun til inntøku. So tá prísirnir á neyðsynjarvørum sum breyði og smøri fara upp, so bløða tey lágløntu mest. Og júst tað er hent. Tá samgongan áleggur handilsmanninum at gjalda meiri inn í samhaldsfasta og barnsburðargrunnin, má hann hækka prísirnar fyri at hava tað sama eftir. Og tá prísurin hækkar, fer mvg'ið sama veg. Sostatt hevur førdi politikkurin havt ta beinleiðis avleiðing, at verkafólkið nú skal gjalda meiri í mvg til landskassan enn áður. Og hetta sæst aftur í landskassaroknskapinum. Fyri fyrstu ferð er landskassainntøkan av mvg hægri enn av skatti. Myndin er koppað. Nú verður landshúsarhaldið í størri mun fíggjað við mvg enn við skatti. Og hetta rakar verkafólkið í ólukkumát. TÍ ER ALT SO DÝRT.??Skal mvg'ið lækka?Fyri 4 árum síðani kostaði eitt rugbreyð 15 krónur. Av hesum fekk landskassin 3 krónur í mvg-avgjaldi. Í dag kostar eitt breyð 28 kr. Av hesum fær landskassin kr. 5,60. Sostatt hevur landið eina eykainntøku av prísvøkstrinum. Hvør bløðir harðast av hesum? Sjálvandi tey við lægstu lønunum. Hetta er tíverri støðan á marknaðinum sum heild. Trot á arbeiðsmegi, økt almenn gjøld og annað eru orsøkir til, at flest allar vørur eru vorðnar dýrari. Landskassin fær av hesum eykainntøkur, sum ikki hava verið ætlaðar. Tíðin er helst komin til at lækka mvg-avgjaldið á øllum vørum ella á útvaldum vørum. Hesum vil Miðflokkurin virka fyri í komandi valskeiði.?