Samgongu-veljarar ynskja somu samgongu

Nú tað stundar til val, verður dúgliga spekulerað í, hvør samgonga fer at spyrjast burturúr, tá dustið hevur lagt seg aftan á valorrustuna. Ein møguleiki, ið alt fleiri tosa um, er ein samgonga millum Sambandsflokkin og Tjóðveldið. Møguliga saman við einum afturat, um tað gerst neyðugt. Tað er kortini ein møgu­leiki, sum enn ikki hevur serligan áhuga millum veljararnar hjá hesum báðum flokkunum. Hinvegin tykjast veljararnir hjá samgonguflokkunum at halda upp á ABC-samstarvið

Nú tað stundar til val, verður dúgliga spekulerað í, hvør samgonga fer at spyrjast burturúr, tá dustið hevur lagt seg aftan á valorrustuna. Ein møguleiki, ið alt fleiri tosa um, er ein samgonga millum Sambandsflokkin og Tjóðveldið, møguliga saman við einum afturat, um tað gerst neyðugt. Tað er kortini ein møguleiki, sum enn ikki hevur serligan áhuga millum veljararnar hjá hesum báðum flokkunum. Hinvegin tykjast veljararnir hjá samgonguflokkunum at halda upp á ABC-samstarvið

 

 

Hvønn vilt tú helst, at flokkurin hjá tær samstarvar við? Nakað soleiðis varð spurt í veljarakanningini hjá Fynd í seinastu viku.

Og svarið var ógvuliga greitt, um vit taka veljararnar hjá teimum trimum samgonguflokkunum. Í øllum trimum førunum høvdu teir samgonguflokkarnar á fyrsta og øðrum plássi. Tjóðveldisflokkurin var triðja val í øllum trimum førunum. Millum fólkafloksveljarar vóru tølini hesi: Fyri Sambandsflokkin 36 prosent, fyri Javnaðarflokkin 20 prosent og fyri Tjóðveldið 14. Millum sambandsveljarar vóru tølini: 38 prosent fyri Fólkaflokkin, 30 prosent fyri Javnaðarflokkin og 5 prosent fyri Tjóðveldið. Millum javnaðarveljarar: 34 prosent fyri Fólkaflokkin, 23 prosent fyri Sambandsflokkin og 19 prosent fyri Tjóðveldið.

 

Hjá tí fjórða av teimum trimum stóru flokkunum, Tjóðveldinum, var býtið nakað javnari, ikki minst sæð í mun til, hvussu tað plagdi at vera millum tjóðveldisveljarar. Hesuferð var tað so: 27 prosent høvdu mestan hug á Javnaðarflokkinum, 23 prosent søgdu Fólkaflokkin, og heili 17 prosent nevndu Sambandsflokkin. Hetta seinasta er kanska tað mest merkisverda í hesari kanningini. Hetta talið hevur fyri tað mesta ligið um 1 prosent. Onkra løtu er tað farið upp í 6 prosent. Men annars hevur tað ikki verið møguleika, ið fólk hava havt serliga frammalaga. Heilt aftur til 1988. Nú er talið á tjóðveldisveljarum, ið hava Sambandsflokkin fremst í huganum, tá ið samgongumøguleikar skulu umhugsast, lopið upp í 17 prosent. Tað óhugaliga hjá teimum er so bara tað, at tilsvarandi talið millum sambandsveljarar, ið hava Tjóðveldið fremst, ikki er hægri enn 5 prosent - hóast tað so eisini er meira enn tað vanliga eina prosentið. Í so máta fær Tjóðveldið nærmast krakk.

 

Hvat slag av samgongu – og harvið politikk?

Í gomlum døgum vóru fýra sløg av samgongum. Sjálvstýris- ella heimastýrissamgonga, ella høgra- ella vinstrasamgonga. Í flestu førum við Sjálvstýrisflokkinum frá miðjuni afturat, so tað slapst upp um helvtarmarkið. Men síðani miðskeiðis í sjeytiárunum hava møguleikarnir verið fleiri. Tá funnu tríggir stórir flokkar saman, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Tað merkisverda var, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin, sum á pappírinum vóru diametralt mótsettir, kundu leita saman. Tað átti at verið sum eldur og vatn, tí ósemja var bæði í sjálvstýrismálum og í búskapar- og sosialmálum. Á pappírinum í øllum førum.

 

Síðani hevur alt borið til, ja sjálvt Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin hava kunna mynda landsstýri saman, hóast tað vardi nakað stutt. Av tí sama, so eru samgongumøguleikarnir ikki avmarkaðir til 4, men vilja í flestu førum vera minst tað dupulta talið aftaná valini.

 

Kortini kann tað vera áhugavert at hyggja at, um veljararnir hjá stóru flokkunum leggja seg í sama borð, tí vit fáa eina ábending, um tað er høgra-, vinstra-, sjálvstýris- ella sambandspolitikkur, ið liggur fremst í huganum.

 

Taka vit flokkarnar í høgra borði, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, so vístu veljararnir hjá flokkunum báðum á hvønn annan í 1988, tá ið borgarlig samgonga hevði sitið í fýra ár. Síðani hevur tað verið eitt sindur meira blandað. Tó nú tykist at fara at líkjast støðuni fyri skjótt tjúgu árum síðani. Eitt sindur løgið kortini at hesi tølini skulu fara upp, samstundis sum tað er blivið klandur millum flokkarnar báðar um skattalættapolitikkin, og eingin teirra hevur tað serliga frammalaga samanborið við støðuna til valið fyri fýra árum síðani. Veljarakanningin boðar heldur ikki frá nøkrum ógvusligum trýsti fyri skattalætta millum veljararnar hjá hesum báðum flokkunum.

 

Í vinstra borði hava tjóðveldisveljarar tað mesta av tíðini síðani 1988 havt Javnaðarflokkin fremst í huganum sum samgongufelaga. Undantakið er ein einstøk kanning, meðan fullveldisskútan sigldi fyri fullum seglum, tá ið Fólkaflokkurin reyk uppígjøgnum, og Javnaðarflokkurin smokkaði niðurímillum. Millum javnaðarveljarar lá Tjóðveldisflokkurin næstur hjartanum tað mesta av tíðini 1988-1999, men síðani er ynskið um at hava henda flokk sum samgongufelaga dovnað nakað og Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru komnir at liggja fremri. So tað ber ikki til at staðfesta, at tað í veljaraskarunum hjá hesum báðum flokkunum er eitt sínámillum ynski um ein vinstraás til at fremja vinstrahallan politikk.

 

Tá ið fullveldisskútan sigldi fyri fullum seglum, vóru ynskini heit um samstarv millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. 61 prosent av tjóðveldisveljarunum vístu á Fólkaflokkin í veljarakanning í 2000, meðan 49 prosent av fólkafloksveljarunum vístu á Tjóðveldisflokkin. Tilsvarandi tølini eru í dag 23 og 14. So ein nýggj sjálvstýrissamgonga ella fullveldissamgonga liggur ikki frammalaga hjá veljarunum hjá hesum báðum flokkunum.

 

Í somu kanning í 2000 vóru 63 prosent av sambandsveljarunum, ið ynsktu samstarv við Javnaðarflokkin og 40 prosent av javnaðarveljarunum, ið høvdu Sambandsflokkin fremst sum møguligan samgongufelaga. Tilsvarandi tølini eru í dag 30 og 23 prosent, so heimastýrisaspektið ella tað, at hava eina samgongu til at verja ríkisfelagsskapin tykist ikki at viga eins tungt og tá.

Tvørgangandi samgongan – ella trunkaspæl á miðjuni

Veljararnir eru eftir hesum at døma ikki longur so upptiknir av teimum klassisku spurningunum í føroyskum politikki, men tykjast at vera væl nøgdir við samgonguna, ið onkunsvegna gleivar tvørturum tað, sum fyrr skilti veljararnar og politikarar.

 

Tað ber til at gera sær eina mynd, hvat slag av samgongu fær dyggastu undirtøkuna út frá seinastu veljarakanningini. Veljararnir vóru ikki bert spurdir, hvønn flokk tey helst sóu flokkin hjá sær fara í samgongu við, men eisini hvør var næstur í huganum. Leggja vit hesi tøl saman, so síggja vit fyri veljararnar hjá teimum trimum samgonguflokkunum, at har er ein dygg undirtøka fyri hetta slagið av samgongu.

 

 

 

Fakta

 

Í prosent Dyggjastu undirtøku Næst mest Triðju mest Fólkafloksveljarar ABC: 35 ADE: 6 ACE: 5 Sambandsveljarar ABC: 47 BCD: 4 BDE: 4 Javnaðarveljarar ABC: 45 ACE: 7 CDE: 7

Millum veljararnar hjá samgonguflokkunum hevur ABC-samgongan millum 35 og 47 posent undirtøku. Kend alternativ sum til dømis sonevnda yvirtøkusamgongan ACE við Fólkaflokki, Javnaðarflokki og Tjóðveldi fær ikki meira enn 5 og 7 prosent millum ávikavist Fólkafloksveljarar og Javnaðarveljarar. Ein tradisjonell sjálvstýrissamgonga, ADE fær ikki meira enn 6 prosent millum fólkafloksveljarar, meðan ein tradisjonell heimastýrissamgonga, BCD fær ikki meira enn 4 prosent millum sambandsveljarar – og hon kemur als ikki við í myndina fyri javnaðarveljarar. Millum javnaðarveljarar fær ein tradisjonell vinstrasamgonga, CDE einans 7 prosent. Meðan ein tradisjonell høgrasamgonga ABD kemur ikki við í myndina, hvørki millum fólkafloks- ella sambandsveljarar.